Heilsu- og umsorganarfyrisitingin

Vaglið 11
100 Tórshavn

Heilsu- og umsorganarstjóri
Eyðfríð Jacobsen
eydfridj@torshavn.fo

Tel. 30 20 00

Lurta

Heilsu- og umsorganarfyrisitingin

Heilsu- og umsorganarfyrisitingin umsitur kommunulæknahølir, serflutning, stuðulsskipan til tiltøk innan almanna- og heilsumál, fólkaheilsu umframt eldraøkið.

Eldraøkið fevnir um millum annað eldrabústovnar, heimarøkt, heimasjúkrarøkt til allar borgarar og tilboð og tænastur til fólkapensjónistar.

Heilsu- og umsorganartænastan skal røkja tær uppgávur, sum álagdar eru kommununi sambært lógini um heimatænastu, eldrarøkt og annað samsvarandi politisku málsetningum hjá býráðnum í »Virkin og vakin alt lívið«.



Heilsa- og umsorgan
Arbeiðsøki

Arbeiðsøkið á deildini er breitt og fevnir m.a. um:

  • Bíðilistar og útlutan av búplássum
  • Ansingarsamsýning
  • Umbønir um serflutning
  • Kærur og innlitsumbønir
  • Mannagongdir og vegleiðingar
  • Greiningar og hagtøl
  • Fíggjarstýring
  • Dygdarmenning
  • Starvsfólkaviðurskifti
  • Samskipan av tiltøkum á eldraøkinum
  • Hølisviðurskifti, tól og innbúgv hjá kommunulæknum
Skipan av deildini

Heilsu- og umsorganarfyrisitingin er skipað sum fyrisiting undir kommunustjóranum.

Aftur at stjóranum, Eyðfríð Jacobsen, starvast tveir fulltrúar, tveir fakligir dygdarmennarar og tveir málsviðgerar í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini.

Afturat hesum er ein fíggjarfulltrúi knýttur at deildini.

Undir Heilsu- og umsorganarstjóranum er Heilsu- og umsorganartænastan skipað í tríggjar eindir, hvør við sínum eindarleiðara. Tvær eindir eru røktareindir, og triðja eindin er Heilsuhúsið.

Bygnaðurin í Heilsu- og umsorganartænastuni:

Um Heilsu- og umsorganarfyrisitingina

Heilsu- og umsorganarfyrisitingin heldur til á Vaglinum 11.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Heilsu- og umsorganarfyrisitingina

Tú kanst seta teg í samband við Heilsu- og umsorganarfyrisitingina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Eindir
Eind 1

Umframt yvirskipaða umsiting við heilsu- og umsorganarstjóra er Heilsu- og umsorganartænastan skipað í trimum eindum við hvør sínum leiðara.

Eind 1 er ein røktareind við fýra búeindum:

  • Boðanesheimið við 64 búplássum
  • Ellisheimið við 25 búplássum
  • Eldrasambýlið oman Mattalág við níggju búplássum
  • Eldrasambýlið oman Hoydalar við níggju búplássum

Boðalon á Boðanesheiminum og Eldrasambýlið oman Mattalág eru til borgarar við demenssjúku burturav.

Virkisøkið er í ávísan mun uppgávustýrt og skipað í toymir. Kjarnuuppgávan er at veita eina samskipaða heildartænastu til borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering. Hetta verður gjørt við virðing fyri tí einstaka og avvarðandi.


Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá eind 1 fevnir um hesi øki:

  • Búpláss
  • Kost- og føðsluframleiðslu
  • Vaskarí og reingerð

Skipan av deildini

Eind 1 er skipað sum ein eind undir Heilsu- og umsorganarfyrisitingini.

Aftur at eindarleiðaranum starvast umleið 220 starvsfólk á Eind 1.

Starvsfólkini á Eind 1 arbeiða á eldrabústovnum, eldrasambýlum, stórkøki og smærri køkum, við reingerð og á vaskaríi. Tey veita ráðgeving og vegleiðing, sjúkrarøkt, viðgerð og umsorgan til búfólk. Tey gera reint og syrgja fyri máltíðum til fólk á eldrabústovnum.

Starvsfólk á Eind 3 veita venjingar og tílíkt inni á eldrabústovnunum.

Soleiðis er bygnaðurin á Eind 1:

Fakta um Eind 1

Eind 1 heldur til á:

  • Boðanesheiminum, yviri við Strond 95
  • Ellisheiminum, V.U. Hammershaimbs gøta 7
  • Eldrasambýlinum oman Hoydalar, oman Hoydalar 6
  • Eldrasambýlinum oman Mattalág, oman Mattalág 5

Sløg av størvum í eind 1

Á Eind 1 hava starvsfólkini ymiskar heilsuútbúgvingar. Tey eru millum annað:

  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Kost- og føðslufólk

Umframt heilsuútbúgvingarnar hava vit starvsfólk við øðrum yrkisligum útbúgvingum. Summi eru ófaklærd, og eisini starvast reingerðarfólk á eldrabústovnunum.

Set teg í samband við Eind 1

Tú kanst seta teg í samband við Eind 1 við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Eind 2

Umframt yvirskipaða umsiting við heilsu- og umsorganarstjóra er Heilsu- og umsorganartænastan skipað í trimum eindum við hvør sínum leiðara.

Eind 2 er ein røktareind við trimum búeindum og einum dagtilboðið:

  • Lágargarður við 48 búplássum. 16 teirra eru til fólk við demenssjúku
  • Tjarnargarður við 41 plássum. 17 teirra eru bú- og stutttíðarpláss á Demensdeplinum
  • Heimið við Vallalíð við 16 búplássum til fólk við demenssjúku
  • Dagtilboðið Tjarnarlon á Demensdeplinum við 12 plássum

Virkisøkið er í ávísan mun uppgávustýrt og skipað í toymir. Kjarnuuppgávan er at veita eina samskipaða heildartænastu til borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering. Hetta verður gjørt við virðing fyri tí einstaka og avvarðandi.

Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Eind 2 fevnir um hesi øki:

  • Búpláss
  • Stutttíðarpláss
  • Dagtilboð
  • Kost- og føðsluframleiðslu
  • Vaskarí og reingerð

Skipan av deildini

Eind 2 er skipað sum ein eind undir Heilsu- og umsorganarfyrisitingi.

Aftur at eindarleiðaranum starvast umleið 200 fólk á eindini.

Starvsfólkini á Eind 2 arbeiða á eldrabústovnum, eldrasambýlum, í stuttíðarplássum, í dagtilboðið, stórkøki og smærri køkum, við reingerð og á vaskaríi. Tey veita ráðgeving og vegleiðing, sjúkrarøkt, viðgerð og umsorgan til búfólk og, til borgarar ið eru tilknýttir Demensdeplinum. Tey gera reint og syrgja fyri máltíðum til fólk á eldrabústovnum og heimabúgvandi.

Starvsfólk í Eind 3 veita venjingar og tílíkt inni á eldrabústovnunum.

Soleiðis er bygnaðurin á Eind 2:

UM Eind 2

Eind 2 heldur til á:

  • Lágargarði, Stoffalág 84
  • Tjarnargarði, Hoyvíksvegur 58
  • Heiminum við Vallalíð, Vallalíð 12

Sløg av størvum í eind 2

Á Eind 2 hava starvsfólkini ymiskar heilsuútbúgvingar. Vit hava millum annað:

  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Kost- og føðslufólk

Umframt heilsuútbúgvingarnar hava vit starvsfólk við øðrum yrkisligum útbúgvingum. Summi eru ófaklærd, og eisini starvast reingerðarfólk á eldrabústovnunum.

Set teg í samband við Eind 2

Tú kanst seta teg í samband við eind 2 við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

Eind 3 - Heilsuhúsið

Umframt yvirskipaða umsiting við heilsu- og umsorganarstjóra er Heilsu- og umsorganartænastan skipað í trimum eindum við hvør sínum leiðara.

Eind 3 er Heilsuhúsið. Her verða øll tilboð og tænastur til heimabúgvandi skipað.

Virkisøkið er í ávísan mun uppgávustýrt og skipað í toymir. Kjarnuuppgávan er at veita eina samskipaða heildartænastu til borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering. Hetta verður gjørt við virðing fyri tí einstaka og avvarðandi. Umframt tænastur til heimabúgvandi veita starvsfólk í Heilsuhúsinum tvørgangandi og tvørfakligar tænastur í hinum eindunum.

Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Heilsuhúsinum fevnir um:

  • Visitatión
  • Heimarøkt
  • Heimasjúkrarøkt
  • Ergoterapi
  • Fysioterapi
  • Dag- og kvøldtilboð
  • Tilhald
  • Tænastur til heimabúgvandi fólkapensjonistar
  • Fyribyrgjandi heimavitjanir
  • Stutttíðarpláss
  • Eldraøkið í Kollafirði

Skipan av deildini

Heilsuhúsið er skipað sum ein eind undir Heilsu- og umsorganarfyrisitingini.

Aftur at eindarleiðaranum starvast umleið 160 starvsfólk í Heilsuhúsinum.

Starvsfólkini í Heilsuhúsinum veita heima- og sjúkrarøkt og venjing til heimabúgvandi. Tey arbeiða á virkis- og venjingarstovum, dagtilhaldum, tilhaldum, stutttíðarplássum, eldrabústovnum, í venjingarhallum, heimatænastuni við sjúkrarøkt og heimahjálp og í heimavitjanartænastuni.

Tey veita ráðgeving og vegleiðing, røkt, sjúkrarøkt, viðgerð, umsorgan, venjing og rehabilitering til heimabúgvandi og búfólk.

Heimavitjanartænasta og viðgerðarstova er eisini staðsett í Heilsuhúsinum.

Soleiðis er bygnaðurin hjá Heilsuhúsinum:

um Heilsuhúsið

Heilsuhúsið heldur til í Brekkutúni 1 í Hoyvík.

Sløg av størvum í Heilsuhúsinum

Í Heilsuhúsinum hava starvsfólkini ymiskar heilsuútbúgvingar. Vit eru millum annað:

  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Fysioterapeutar
  • Ergoterapeutar

Umframt heilsuútbúgvingarnar hava vit eisini starvsfólk við øðrum yrkisligum útbúgvingum, og summi eru ófaklærd.

Set teg í samband við Heilsuhúsið

Tú kanst seta teg í samband við Heilsuhúsið við at ringja á tel. 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo.

At starvast í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini

Starvsfólkini í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini eru millum annað:

  • Heilsu- og umsorganarstjóri
  • Fulltrúi
  • Dygdarmennari
  • Málsviðgeri
Heilsu- og umsorganarfyrisitingin
Heilsu- og umsorganarfyrisitingin

Vaglið 11
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15