Hugskotið

Vestara bryggja 15, 3. hædd
100 Tórshavn

Umsitari Sóley Heradóttir Hammer
soleyhh@torshavn.fo 

Tel. 30 20 10

Lurta

Hugskotið

Hugskotið hevur til endamáls at stimbra menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívi í kommununi við at veita íverksetum góðar karmar við rúmi fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan. Í Hugskotinum eggja vit til at virka og deila vitan og arbeiða miðvíst fyri at veita íverksetum og fyritøkum holla og viðkomandi ráðgeving.

Eisini leggur Hugskotið seg eftir at styrkja nýhugsan og íverksetan í kommununi við at skipa fyri ymiskum tiltøkum.



Hugskotið
Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Hugskotinum fevnir um hesi øki:

  • vinnumenning
  • ráðgeving
  • undirvísing
  • samskipan
Skipan av Hugskotinum

Hugskotið er skipað sum partur av Stjórnarskrivstovuni undir kommunustjóranum.

Á Hugskotinum starvast trý fólk innan:

  • Vinnumenning
  • Filmsmenning
  • Ráðgeving
  • Undirvísing
  • Fyriskipan
  • Verkætlanarleiðslu
  • Marknaðarføring
  • Umsiting

Sóley Heradóttir Hammer umsitur Hugskotið.

Klippfisk, ið er eitt filmsvakstrarumhvørvi fyri ung, er eisini ein partur av Hugskotinum. Í Klippfisk starvast eitt starvsfólk sum samskipari. Samskiparin á Klippfisk starvast hálva tíð.

Um Hugskotið

Hugskotið heldur til á á triðju hædd á Vestaru Bryggju 15.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Hugskotið

Tú kanst teg í samband við Hugskotið við at ringja á telefon 30 20 10 ella senda ein teldupost til hugskotid@hugskotid.fo.

Tú finnur meira kunning á heimasíðuni hjá Hugskotinum.

Hugskotið (hugskotid.fo)

At starvast í Hugskotinum
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Hugskotinum

Hugskotið er ein sera fjølbroyttur arbeiðsstaður, har starvsfólkini arbeiða tvørfakliga. Starvsfólkini á Hugskotinum hava ymiskar útbúgvingar.

Eingin ávís útbúgving er kravd fyri at starvast á Hugskotinum.

Hugskotið
Hugskotið

Vestara Bryggja 15, 3. hædd
100 Tórshavn

hugskotid@hugskotid.fo

Tel. 30 20 10