Kommunala Brennistøðin er skipað sum partur av Teknisku Fyrisitingini. Deildin er býtt upp í seks partar, sum eru:
- Fyrisitingin
- Endurnýtslan
- Brennistøðin
- Jarnmóttøkuplássið
- Rottangatøming
- Tyrving
Á Kommunalu Brennistøðini starvast tilsamans 32 starvsfólk. Hesi eru:
- Fimm arbeiðarar á Endurnýtsluni
- Seks vaktleiðarar á brennistøðini
- Ein handverkari á brennistøðini
- Tveir handverkarar á jarnmóttøkuplássinum
- Tveir maskinførarar á jarnmóttøkuplássinum
- Fýra maskinførarar til tyrving
- Ein bilførari á Endurnýtsluni
- Fimm bilførarar til rottangatøming
- Tvey vaskifólk
- Tvey starvsfólk í fyrisitingini
- Eitt umhvørvisfólk
- Ein leiðari