KT-deildin

Niels Finsens gøta 17, 2. hædd
100 Tórshavn

Leiðari Lars Larsen Black
lars@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Lurta

KT-deildin

Deildin stuðlar upp undir KT hjá øllum deildum í Tórshavnar kommunu. Deildin virkar fyri at gera arbeiðsgongdir snildari, íverkseta munadyggari tænastur og kravfesta nýggjar arbeiðsgongdir og skipanir. Vit arbeiða í høvuðsheitum við support, rakstri, ráðgeving, Smart City-loysnum, kravfestingum til skipanir, munadyggari KT-kervi og talgilda transformatión.

Talgilding hevur høga raðfesting í Tórshavnar kommunu. Vit talgilda sjálvgreiðslu, mannagongdir og annað, sum er til gagns fyri bæði starvsfólk, borgaran og vinnu. Arbeitt verður miðvíst við at flyta KT-deildina frá at vera siðbundin KT-rakstrardeild til at verða ein deild, sum er ein virkin viðspælari í arbeiðinum at menna kommununa.

Menningin á KT-økinum gongur sera skjótt fyri seg og vantast kann, at menningarferðin verður enn skjótari. Arbeitt verður eisini fyri at tryggja, at Tórshavnar kommuna er til reiðar at møta framtíðar avbjóðingum á KT-økinum. Tískil er umráðandi, at deildin lagar seg til henda veruleika fyri bæði at kunna tæna borgarum og starvsfólki, men eisini at gagnnýta ta nýggju tøknina á skilabestan hátt.



KT-deildin
Arbeiðsøki
  • support
  • rakstur
  • verkætlanarleiðsla
  • KT-uppseting
  • ráðgeving
  • menning
  • kravfesting og útboð
  • talgild transformatión
  • Smart City-átøk
  • KT-trygd
  • net- og servaraumsiting
Skipan av deildini

KT-deildin er skipað sum ein partur av miðfyrisitingini. Á KT-deildini verður arbeitt bæði sjálvstøðugt og í toymum.

Lars Larsen Black er leiðari á deildini. Umframt leiðaran starvast ellivu fólk á deildini:

  • Service Level 1
  • Service Level 2
  • KT-samskipari
  • KT-verkætlanarleiðarar
  • KT-trygdarserfrøðingur
Fakta um KT-deildina

KT-deildin heldur til á aðru hædd í Niels Finsens gøtu 17 og hevur alla kommununa sum arbeiðsøki. Í løtuni starvast 12 fólk á KT-deildini.

Politikkir og ætlanir

Her kanst tú kunna teg nærri um politikkir og ætlanir í Tórshavnar kommunu:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við KT-deildina

Tú kanst seta teg í samband við KT-deildina við at ringja á telefon 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo

At starvast á KT-deildini
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á KT-deildini
  • telduatstøðingar
  • bachelorar, kandidatar og ph.d. í KT og búskapi
KT-deildin
KT-deildin

Niels Finsens gøta 17, 2. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-12
 13-16

 

Fríggjadag8-12
 13-15