Lendis- og kirkjugarðstænastan

Í Vika 2
100 Tórshavn
torshavn@torshavn.fo

Leiðari Jákup N. S. Nolsøe
Tel. 21 05 70
jakupn@torshavn.fo


Lendisdeildin

Forkvinna Brenna McComick
Tel. 26 04 64
brenna@torshavn.fo

 

Moldgoymslan

Formaður Otto Jensen

Lendis- og kirkjugarðstænastan

Lendis- og kirkjugarðstænastan hevur ábyrgd av kirkjugørðunum og grønu økjunum í kommununi. Tænastan hevur eisini um hendi alt virksemið á moldgoymsluni í Húsahaga.

Lendis- og kirkjugarðstænastan er ein felags grønur rakstrarstovnur, ið savnar smáu eindirnar, ið arbeiða við lendi, grønari røkt og kirkjugarðsvirksemi í Tórshavnar kommunu undir einum. Stovnurin vísir til Býarskipanardeildina og hevur til endamáls at menna raksturin innan kirkjugarðar, fríðkan og lendisrøkt, skapa greitt ábyrgdarbýti og styrkja samstarvið tvørturum eindirnar.



Um Lendis- og kirkjugarðstænastuna
Soleiðis er Lendis- og kirkjugarðstænastan skipað

Lendis- og kirkjugarðstænastan er stovnur undir Býarskipanardeildini, ið er skipað sum partur av teknisku fyrisiting.

Jákup N. S. Nolsøe er stovnsleiðari í Lendis- og kirkjugarðstænastuni.

Á stovninum starvast 11 starvsfólk afturat leiðaranum:

  • Trý fólk starvast á Lendisliðnum – summaravloysarar hjálpa harafturat til í summarhálvuni
  • Trý fólk starvast á Moldgoymsluni
  • Fimm fólk starvast í kirkjugørðunum – umframt tímalønt starvsfólk, tá ið tørvur er á tí
Okkara arbeiðsøkir

Lendisliðið

Lendisliðið hevur ábyrgd av at fríðka og røkja almennu grønu økini, lendisgøturnar og onnur øki í kommununi. Arbeiði okkara fevnir um planting, viðlíkahald og samskipan av útbodnari lendisrøkt. Endamálið er at tryggja eitt vakurt og væl røkt býarrúm.

 

Moldgoymslan

Moldgoymslan í Húsahaga umsitur avgrevstrarmóttøkuna. Moldgoymslan veitir einamest tænastur til privat virksemi. Ein høvuðsuppgáva okkara er harumframt at avrigga niðurlagda tyrvingarplássið. Virksemið skal í framtíðini í størri mun fevna um gagnnýtslu av tilfari, soleiðis at tilfarið verður endurnýtt.

Kirkjugarðstænastan

Kirkjugarðstænastan hevur um hendi raksturin og røktina av teimum 13 kirkjugørðunum í kommununi. Vit leggja dent á virðiliga røkt av grøna vøkstrinum í kommunalu kirkjugørðunum. Okkara arbeiði fevnir harumframt um gravaravirksemi, samskifti við avvarðandi og fyrisiting av kirkjugarðsprotokollini.

Her finnur tú mannagongdir, vegleiðingar og reglugerðir

Tú sært mannagongdir, reglugerðir og vegleiðingar á viðkomandi síðum her á heimasíðuni:

At starvast í Lendis- og kirkjugarðstænastuni
Leys størv

Á starvssíðu okkara kanst tú kunna teg um leys størv í Lendis- og kirkjugarðstænastuni. Trýst á leinkið niðanfyri og hygg undir teiginum »Teknikkur og rakstur«, um nakað starv er leyst.

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum í Lendis- og kirkjugarðstænastuni

Lendis- og kirkjugarðstænastan er eitt fjølbroytt arbeiðspláss. Her starvast bæði verkafólk, gartnarar og skrivstovufólk.

Lendis- og kirkjugarðstænastan
Lendis- og kirkjugarðstænastan
Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15