Mentamáladeildin

Vaglið 11
100 Tórshavn

Leiðari Heini Gaard
heinig@torshavn.fo 
Tel. 30 20 10

Mentamáladeildin

Virkisøkini hjá Mentamáladeildini eru málsøki hjá mentamálanevndini í Tórshavnar býráði og heilsufrøðiskipanarmál, ið hoyra til trivnaðarnevndina.

Mentamálaleiðarin er skrivari hjá mentamálanevndini og fyrireikar saman við trivnaðarstjóranum øll mál á økinum til politiska støðutakan.

 

Okkara høvuðsstaður - virkin og vakin

Mentamáladeildin virkar fyri at styðja upp undir samtyktu málini og miðini hjá býráðnum í sambandi við »Okkara høvuðsstaður, virkin og vakin«. Deildin skal tryggja, at virðisgrundarlagið hjá kommununi støðugt verður røkt.

Nøkur viðkomandi brot úr stevnumiðunum eru, at høvuðsstaðurin skal vera alheimsgjørdur og fjølbroyttur, at rúm skal vera fyri ymiskum áskoðanum, hugskotum og mentanum, at høvuðsstaðurin skal vera livandi við upplivingum og avbjóðingum og at høvuðsstaðurin er virkin við nýggjum og mennandi útbúgvingartilboðum og dygdargóðum altjóða granskingarumhvørvi.

 

Politiskur leiklutur

Yvirskipað tryggjar mentamáladeildin, at mentamálapolitisku stevnumiðini hjá býráðnum verða fylgd. Stórur politiskur dentur verður í breiðum týdningi lagdur á mentamálaøkið, og sum høvuðsstaður eigur kommunan at ganga á odda, eisini á mentamálapolitiska pallinum.

Mentamáladeildin eigur ein týðandi leiklut í at tryggja, at skipanir, tilboð og karmar støðugt verða ment. Eisini í samstarvi við aðrar myndugleikar, stovnar, felagsskapir og einstaklingar.



Mentamáladeildin
Arbeiðsøki

Deildin varðar av økjunum frítíð og mentan, ítrótt og skúla. Umframt hesi øki tekur Mentamáladeildin sær av øllum umsóknum um mentanarstuðul.

Niðanfyri sært tú, hvat økini fevna um.


Frítíð og mentan

  • Býarbókasavnið
  • Býarsavnið
  • Klippfisk
  • Mentanarhøli í miðbýnum
    • Reinsaríið
    • Perlan
    • Kórhøllin
  • Tórshavnar Kvøldskúli
  • Tórshavnar Musikkskúli


ÍTRÓTTUR

  • Ítróttaanlegg
  • Svimjihøllin


Skúli

Mentamáladeildin umsitur tíggju kommunalar fólkaskúlar:

  • Eysturskúlan
  • Skúlan á Fløtum
  • Skúlan á Argjahamri
  • Sankta Frans skúla
  • Kollafjarðar skúla
  • Hoyvíkar skúla
  • Velbastaðar skúla
  • Skúlan við løgmannabreyt
  • Kaldbaks skúla
  • Nólsoyar skúla
Skipan av deildini

Mentamáladeildin er skipað sum ein partur undir trivnaðarfyrisitingini.

Deildin virkar í tøttum samstarvi við aðrar deildir og fyrisitingar, serliga Verkætlanardeildini og Húsaumsitingina.

Heini Gaard er mentamálaleiðari. Afturat honum starvast trý fólk á deildini.

Um Mentamáladeildina

Mentamáladeildin heldur til á Vaglinum 11 í Havn.

Politikkir og ætlanir

Her kanst tú kunna teg nærri um politikkir og ætlanir í Tórshavnar kommunu:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Mentamáladeildina

Tú kanst seta teg í samband við Mentamáladeildina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

At starvast á Mentamáladeildini
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Mentamáladeildini

Á Mentamáladeildini eru øll starvsfólkini akademikarar. Kortini kunnu aðrar møguligar útbúgvingar vera hesar:

  • læraraútbúgving
  • mentanarmiðling
  • løgfrøði
  • búskaparfrøði
  • málfrøði
Øki
Býarbókasavnið

Býarbókasavnið hevur til endamáls at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi í Tórshavnar kommunu og Føroyum sum heild.

Til at røkka endamálinum hevur Býarbókasavnið bøkur, tíðarrit, e- og ljóðbøkur og annað hóskandi tilfar til taks, sum verður lænt út uttan viðurgjald. Tilfarið umboðar dygd, fjølbroytni og er tíðarhóskandi.


Skipan av býarbókasavninum

Býarbókasavnið fevnir um hesi bókasøvn:

  • Býarbókasavnið í Tórshavn
  • Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn
  • Níggju skúlabókasøvn í Tórshavnar kommunu

Á Býarbókasavninum eru tríggjar deildir. Deildirnar eru hesar:

  • Útlán til vaksin og ung
  • Barnabókasavn
  • Blaðkafé og avgreiðsla

 

um býarbókasavnið

Býarbókasavnið heldur til á Niels Finsens gøtu 7.

Leiðari á Býarbókasavninum er býarbókavørður, Vónbjørt Vang. Umframt býarbókavørðin starvast 13 fólk á býarbókasavninum:

  • 1. bókavørðurin er varaleiðari
  • 6 bókavørðir
  • 6 skrivstovufólk

 

LEYS STØRV

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

 

Samband

Tu kanst seta teg í samband við Býarbókasavnið við at ringja á tel. 30 20 30 ella senda ein teldupost til bbs@bbs.fo.

Her finnur tú meira kunning um Býarbókasavnið:

Heimasíðan hjá Býarbókasavninum

Ítróttaanlegg

Tórshavnar Ítróttaanlegg hevur til endamáls at veita karmar og tænastur, ið styðja upp undir eitt virkið ítrótta- og kappingarvirksemi í kommununi.

Ítróttaanlegg stuðlar upp undir ein virknan lívsstíl við rørslu og felagsskapi. Umframt hetta veitir Tórshavnar Ítróttaanlegg karmar til tiltøk, handil, mentan, frítíð og annað.

Tórshavnar Ítróttaanlegg ynskir, at karmarnir og tænastan kring ítróttin í kommununi er á einum dygdargóðum stigi.

Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Tórshavnar Ítróttaanleggi fevnir um rakstur og viðlíkahald av kommunalu ítróttahallunum og vøllunum.

Harumframt fevnir arbeiðið um samskipan av tillutan av hallar- og vallartímum til ítróttafeløgini í kommununi og útleigan av hølum til ymisk endamál.

Arbeiðsøkið hjá Tórshavnar Ítróttaanleggi fevnir um hesar hallir og vøllir:

Hallir:

    • Høllin á Hálsi
    • Badmintonhøllin
    • Virknishøllin í Finsen
    • Hoyvíkshøllin
    • Ítróttahøllin í Kollafirði
    • FIMI
    • Fimleikahallirnar í kommunalu fólkaskúlunum

Vøllir:

    • Skoytibreytin
    • Tórsvøllur stadion
    • Ovari og niðari vøllur í Gundadali
    • Vøllurin inni í Vika
    • Hoyvíksvøllurin
    • Eysturvøllurin

Skipan av Tórshavnar Ítróttaanleggi

Tórshavnar Ítróttaanlegg er skipað undir Mentamáladeildini, ið hoyrir undir trivnaðarfyrisitingini.

Dánjal Samuelsen er leiðari. Aftur at leiðaranum starvast ellivu fólk.

um Tórshavnar Ítróttaanlegg

Tórshavnar Ítróttaanlegg heldur til í høllini á Hálsi, á Hallarheygi 4.

LEYS STØRV

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Samband

Tú kanst seta teg í samband við Tórshavnar Ítróttaanlegg við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo

Ynskir tú at leiga eina høll, ein vøll ella eitt høli, kanst tú ringja á tel. 29 14 70 ella nýta talgildu bíleggingarskipanina niðanfyri.

Leiga hallir, vøllir ella hølir í Tórshavnar kommunu

Klippfisk
Svimjihøllin

Svimjihøllin í Gundadali er ein frítíðar- og trivnaðardepil mitt í Tórshavn.

Í svimjihøllini eru íalt níggju hyljar, trý hitarúm, dampbað og eitt kalt kar. Umframt 50 metrar langhylin hevur høllin vanliga svimjihylin á 25 metrar, kavingarhyl, smábarnahyl, barnahyl, sum eisini verður brúktur til undirvísingarhyl, vatnvenjingarhyl, gosbað, og uttandura  eru ein heitur hylur og ein kaldur hylur.

Lívbjargarar eru altíð í høllini, tá ið almenn svimjing er. Haraftrat hevur høllin eina kaffistovu, sum er opin tað mesta av degnum.

Svimjihøllin í Gundadali læt upp 18. desembur 1982, og 28. oktobur 2024 bleiv svimjihøllin víðkað við altjóða langhyli og vælveruøki. Við útbyggingini er svimjihøllin vorðin ein fjølbroytt miðstøð fyri rørslu og vælveru. Her eru hentleikar til likamsvenjing, spæl, ítrótt, vælveru og sosiala samveru fyri fólk í øllum aldri. Karmarnir eru tíðarhóskandi, og stuðla undir virksemi hjá bæði úrvalsíðkarum og vanligum borgarum. Sigast kann, at Svimjihøllin í Gundadali nú er eitt svimjistadion á altjóða støði.

Talið á vitjandi liggur um 450-500 um dagin, tó er talið av vitjandi munandi størri um summarið (650-700 fólk).

Havnar Svimjifelag, Parasport Føroyar, Tórshavnar Froskmannafelag, Triatlonfelagið, Kajakkfelagið, skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar brúka eisini høllina.

 

Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá svimjihøllini fevnir um hesi øki:

  • Høllina
  • Móttøkuna
  • Matarhøllina
  • Reingerð 

 

Skipan av svimjihøllini

Svimjihøllin í Gundadali er skipað undir Mentamáladeildini, ið hoyrir undir trivnaðarfyrisitingini.

Eyðun Húsgarð er leiðari í svimjihøllini. Umframt leiðaran er ein varaleiðari, 22 starvsfólk í føstum starvi og átta starvsfólk í føstum avloysarastarvi.

 

um svimjihøllina

Svimjihøllin heldur til í Gundadali 4 og lat upp í 1982.

 

LEYS STØRV

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

 

Samband

Tú kanst seta teg í samband við svimjihøllina við at ringja á tel. 30 20 72 ella senda ein teldupost til leiðaran á eydunhu@torshavn.fo

Her kanst tú fáa meira kunning:

Svimjihøllin í Gundadali (svimjihollin.fo)

Tórshavnar Kvøldskúli

Á Tórshavnar Kvøldskúla kanst tú nema tær vitan innan alskyns øki.

Við heimild í løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing og annað, við seinni broytingum, skipar Tórshavnar kommuna fyri frítíðarundirvísing, sum er í samsvari við krøvini, ið nútíðarsamfelagið setur.

Undirvísing kann skipast í øllum lærugreinum og evnum, sum borgarar í kommununi ynskja. Undirvísingin skal skipast eftir reglum, ið Mentamálaráðið setur.

Tú kanst læra enskt, íslendskt, at sveisa, mála, binda ella arbeiða við myndaviðgerð. Eisini kanst tú taka skeið í dugnaskapi í sigling, ið gevur tær førleika at føra skip upp til 24 metrar longd út á 200 fjórðingar. Kvøldskúlin hevur eisini eina rúgvu av øðrum tilboðum aftur at hesum.

 

Arbeiðsøki

Undirvísingin á Tórshavnar Kvøldskúla er býtt í tríggjar partar:

  • Almenn frítíðarundirvísing
  • Serstøk frítíðarundirvísing
  • Frítíðarvirksemi

Serstaka frítíðarundirvísingin fevnir um:

  • Royndarfyrireikandi undirvísing
  • Serundirvísing
  • Yrkiskenda undirvísing

 

Skipan av Tórshavnar Kvøldskúla

Tórshavnar Kvøldskúli er skipaður sum partur av Mentamáladeildini, ið hoyrir undir trivnaðarfyrisitingini.

Jógvan Sørin Hansen er skúlaleiðari. Aftur at skúlaleiðaranum starvast tvey skrivstovufólk í fyrisitingini.

Aftur at starvsfólkunum í fyrisitingini starvast hesi í Tórshavnar Kvøldskúla:

  • Ein húsavørður
  • Tvær vaskikonur
  • 130 undirvísarar 

 

um Tórshavnar Kvøldskúla

Tórshavnar Kvøldskúli heldur til í J. H. Schrøtersgøtu 1.

Umleið 3.000 næmingar eru knýttir at skúlanum.

 

Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

 

Samband

Tú kanst seta teg í samband við Tórshavnar Kvøldskúla við at ringja á tel. 30 24 72 ella senda ein teldupost til kvoldskulin@torshavn.fo.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kvøldskúla.

Tórshavnar Kvøldskúli

Tórshavnar Musikkskúli

Tórshavnar Musikkskúli veitir frálæru í tónleiki sambært ásetingum í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 (Musikkskúlalógin).

Samsvarandi við reglurnar í hesi løgtingslóg skipar musikkskúlin undirvísing, sum hevur til endamáls at menna musikalsku gávurnar hjá næmingunum og geva teimum førleikar, sum kunnu verða grundarlag undir einum ríkum tónleikalívi á staðnum og í landinum sum heild.

Hetta verður gjørt í samskifti við heimið hjá næminginum. Musikkskúlin kann eisini samstarva við skúlar, mentanarstovnar og tónleikafelagsskapir.

Undirvísingartilboðið er umfatandi. Í so stóran mun sum til ber roynir Tórshavnar Musikkskúli at fevna um øll ljóðføri, klassiskan og rytmiskan tónleik, ljóðføris- og raddarfrálæru og samanspæl. Musikkskúlin fevnir eisini um frálæru í ástøði, hoyrilæru, tónleikasøgu, útseting, tónasmíði og øðrum. Frálæra í samanspæli skal vera týðandi partur av øllum virksemi í musikkskúlanum. Eisini ynskir skúlin at menna nýggjar tónleikalærugreinar sum sangskriving og tónleikaframleiðslu.

 

Arbeiðsøki

Tórshavnar Musikkskúli arbeiðir við at:

  • Menna skapandi og endurskapandi gávurnar hjá næmingunum
  • Stimbra áhugan fyri tónleiki og fremja fatan fyri tónleiki við tí fyri eyga, at hvør einstakur næmingur kann vera við í tónleikaligum virksemi
  • Menna næmingarnar persónliga; menna teirra tilvitan um seg sjálvi sum partur av felagsskapi og teirra medvit um týdningin av samstarvi
  • Fyrireika næmingar til hægri tónlistaútbúgvingar
  • Gagna tónlistaumhvørvinum uttan fyri musikkskúlan

 

Skipan av Tórshavnar musikkskúla

Tórshavnar Musikkskúli er skipaður undir Mentamáladeildini, ið hoyrir undir trivnaðarfyrisitingini.

Í umsitingini sita:

  • Andrea Heindriksdóttir, leiðari
  • Ólavur Olsen, varaleiðari
  • Anna Margretha Samuelsen, skrivstovufólk
  • Johan Hentze, samskipari av musikkskúla miðnámi
  • Hermund Johansen, skúlatænari

Aftur at umsitingini starvast umleið 50 lærarar í Tórshavnar Musikkskúla. Fleiri teirra arbeiða parttíð.

 

um Tórshavnar musikkskúla

Tórshavnar Musikkskúli heldur til á Landavegnum 84. 

Um 1000 næmingar fáa undirvísing í Tórshavnar musikkskúla hvørja viku.

 

Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

 

Samband

Tú kanst seta teg í samband við Tórshavnar Musikkskúla við at ringja á tel. 30 24 70 ella senda ein teldupost til musikkskulin@torshavn.fo.

Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar Musikkskúla.

Tórshavnar Musikkskúli

Mentamáladeildin
Mentamáladeildin

Vaglið 11
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15