LurtaSnarskivan
Snarskivan er móttøkan og borgaratænastan hjá Tórshavnar kommunu.
Snarskivan vegleiðir borgaran og avgreiðir umsóknir og fráboðanir av ymsum slag. Og í ávísum málum virkar deildin sum millumliður millum borgaran og aðrar partar av fyrisitingini.
Snarskivan umsitur eina á røð av KT-skipanum og arbeiðir miðvíst við at menna talgildar loysnir fyri at betra um tænastu og gjøgnumskygni.
Snarskivan leggur somuleiðis dent á at veita eina dygdargóða og persónliga tænastu. Snarskivan er opin mánadag til hósdag kl. 9 - 16 og fríggjadag kl. 9 - 15.
Arbeiðsøki
Ábyrgdarøkini hjá Snarskivuni eru í høvuðsheitum:
- Telefonmóttøka og umstilling
- Journalskipan, skjalasavn og postmóttøka
- Bóking av ansingarplássum í for- og frítíðarskúla
- Fíggjarlig frípláss
- Landsfólkayvirlit, flytingar og vígsla
- Tillutan av grundøkjum
- Heimasíða, sosialir miðlar og intranet
- Kantinan, smiðjan í Lítluvík og lyklaskipanin
- Samskipan av ymiskum tiltøkum
Skipan av deildini
Snarskivan er skipað sum partur av Miðfyrisitingini.
Rókur Tummassarson er leiðari á Snarskivuni. Leiðarin leiðir og býtir arbeiðsuppgávurnar.
Aftur at leiðaranum starvast 12 starvsfólk á Snarskivuni. Snarskivan er bygt upp soleiðis:
- Tvey skrivstovufólk starvast sum journalførarar
- Fýra starvast sum málsviðgerðar í avgreiðsluni
- Tvey fólk starvast í telefonmóttøkuni
- Ein starvast sum KT-mennari
- Ein starvast sum samskiftisfólk
- Ein starvast sum grafiskur sniðgevi
- Ein starvast sum skrivstovunæmingur
Um Snarskivuna
Snarskivan heldur til á Vaglinum 11.
Set teg í samband við Snarskivuna
Tú kanst seta teg í samband við Snarskivuna við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.
Tú kanst eisini støkka inn á gólvið í Snarskivuni mánadag til hósdag millum kl. 9 - 16 og fríggjadag millum kl 9 - 15.
At starvast á Snarskivuni
Sløg av størvum á Snarskivuni
Snarskivan er ein arbeiðsstaður við fleiri áhugaverdum og avbjóðandi sløgum av størvum og útbúgvingum. Vit hava millum annað:
- Skrivstovufólk
- Grafikarar
- Magistarar
- KT-ástøðingar
- Tøkningar
- Næmingar