LurtaStarvsfólkadeildin
Starvsfólkadeildini varðar av øllum viðurskiftum, sum viðvíkja starvsfólkum, lønarbókhaldi, leiðslu og samskipan.
Arbeiðsøkið er alt lívsrenslið hjá einum starvsfólki frá starvsbyrjan til starvsenda. Starvsfólkanevndin arbeiðir við starvsfólkaøkinum innan umsiting, trivnað, menning og samskipanarmenning.
Deildin umsitur arbeiðsmarknaðarviðurskifti og samstarvar við fakfeløg og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Vit leggja dent á leiðsluráðgeving, leiðslukunning og talgilding.
Arbeiðsøki
Arbeiðið hjá Starvsfólkadeildini fevnir um hesi øki:
- Lønar- og starvsfólkaumsiting
- Leiðslu- og organisatónsmenning
- Arbeiðsumhvørvi
- Starvsetanir og "employer branding"
- Starvsfólkamál og arbeiðsmarknaðarviðurskifti
- Leiðararáðgeving
- Starvsfólkapolitikkir
- Hagtøl
- Starvsfólkakantinuna í Posthúskjallaranum
Skipan av deildini
Starvsfólkadeildin er partur av miðfyrisitingini og er skipað í tvey toymi:
- Lønartoymið
- Ráðgevaratoymið
Elsa Johanna Høgenni er leiðari á Starvsfólkadeildini. Aftur at leiðaranum starvast tíggju fólk á deildini og tvey fólk í starvsfólkakantinuni.
Um deildina
Starvsfólkadeildin heldur til í aðru og triðju hædd í Tórsgøtu 9. Starvsfólkadeildin hevur alla kommununa um hendi.
Set teg í samband við Starvsfólkadeildina
Tú kanst seta teg í samband við Starvsfólkadeildina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.
At starvast á Starvsfólkadeildini
Sløg av størvum í Starvsfólkadeildini
Starvsfólkadeildin er ein fjølbroyttur arbeiðsstaður við fleiri áhugaverdum størvum og útbúgvingum. Vit hava millum annað:
- Løgfrøðingar
- Búskaparfrøðingar
- Master í leiðslu
- Leiðsla og fyriskipan
- Skrivstovuútbúgvingar
- Næmingar í almennari fyrisiting
- Lønarfulltrúar