LurtaStjórnarskrivstovan
Stjórnarskrivstovan arbeiðir við øllum kommunalum virksemi.
Borgarstjórin hevur skrivstovu á Ráðhúsinum, og starvsfólkini á Stjórnarskrivstovuni ráðgeva borgarstjóra, stjórn, býráðsnevndum og øðrum deildum í fyrisitingini viðvíkjandi kommunalum spurningum.
Deildin umsitur keyp og sølu av føstum ognum, samráðist og ger leigusáttmálar og skeyti vegna Tórshavnar kommunu og vegleiðir í samband við kærumál og rættarmál. Deildin hevur eisini ábyrgdina av kommunalu skattakærufyrisitingini og hevur umboðan hjá kommununi um hendi.
Arbeiðsøki
Arbeiðið hjá Stjórnarskrivstovuni fevnir um hesi øki:
- Ráðgeving til borgarstjóra, stjórn, nevndir og kommununa annars
- Móttøku hjá borgarstjóra
- Løgfrøðiliga ráðgeving
- Altjóða samstarv
- Almennar vitjanir
- Tíðindaflutning
Skipan av deildini
Stjórnarskrivstovan er skipað undir kommunustjóranum.
Deildin er býtt upp í eindir. Eindirnar á Stjórnarskrivstovuni eru:
- Løgfrøðiliga eindin
- Samskiftiseindin
- Skrivstovufólk
Magnus Dam er leiðari á Stjórnarskrivstovuni. Aftur at leiðaranum starvast tíggju starvsfólk á Stjórnarskrivstovuni. Vit hava:
- Ein løgfrøðing
- Tvey samskiftisfólk
- Seks skrivstovufólk
Um Stjórnarskrivstovuna
Stjórnarskrivstovan heldur til á Ráðhúsinum á Vaglinum 1.
Set teg í samband við Stjórnarskrivstovuna
Tú kanst seta teg í samband við stjórnarskrivstovuna við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.
At starvast á Stjórnarskrivstovuni
Sløg av størvum á Stjórnarskrivstovuni
Á Stjórnarskrivstovuni hava vit hesi størv ella útbúgvingar:
- Løgfrøðingar
- Samfelagsfrøðingar
- Skrivstovufólk
- Miðlafólk