Tekniska deild

Vestara Bryggja 15, 2. hædd
100 Tórshavn

Býarverkfrøðingur og leiðari Boði Haraldson
bodi@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Tekniska deild

Tekniska deild tekur sær av kommunala vegakervinum, bussleiðini, parkeringsviðurskiftum, kloakkskipanini, vatnveitingini og gøtuljósum. Deildin hevur eisini ábyrgdina av kortskrásetingum.



Tekniska økið
Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Teknisku deild fevnir millum annað um myndugleika- og rakstraruppgávur innan vatn- og kloakkleiðing, vegir og ferðslutrygd.


Ítøkiligar uppgávur hjá Teknisku deild

Vegir, ferðsla og parkering

  • Leggja ferðsluna til rættis
  • Áhaldandi betring av ferðslutrygdini
  • Bussleiðin
  • Ferðslugreiningar
  • Skelting
  • Strika vegir
  • Graviloyvir
  • Asfaltering
  • Parkering
  • Ferðslu- og gøtuljós
  • Reinhald
  • Kavarudding og salting

Vatn og kloakk

  • Vatnveiting
  • Regn- og yvirflatuvatn
  • Kloakkleiðing

Kort- og Gis-skipan

  • Skráseting av kloakk- og vatnleiðingum
  • Skráseting av bygningum, vegum og øðrum
Skipan av deildini

Tekniska deild er skipað sum partur av teknisku fyrisitingini og fevnir eisini um Rakstrardeildina. Býarverkfrøðingurin Boði Haraldson er deildarleiðari. Tóri Bendtsen er rakstrarleiðari.

Vit starvast umleið 70 starvsfólk á deildini:

  • 11 fólk starvast í umsitingini
  • 59 fólk starvast í rakstrinum

Um summarið starvast fleiri fólk í tíðaravmarkaðum størvum á Rakstrardeildini.

Um Teknisku deild

Tekniska deild heldur til á aðru hædd á Vestaru Bryggju 15.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Teknisku deild

Tú kanst seta teg í samband við Teknisku deild við at ringja á telefon 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo

At starvast á Teknisku deild
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í Tórshavnar kommunu:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Teknisku deild

Tekniska deild er ein fjølbroyttur arbeiðsstaður við nógvum ymiskum sløgum av størvum og útbúgvingum. Vit hava millum annað:

  • Verkfrøðingar
  • Byggifrøðingar
  • Tekniskar hjálparar
  • Landmátarar
  • ArcGis-fólk
  • Skrivstovufólk
  • Maskinmeistarar
  • Elektrikarar
  • Arbeiðsfólk
  • Lastbilaførarar
  • Handverkarar
Verkstaðurin
Um verkstaðin

Verkstaðurin umsitur øll akførini hjá kommununi. Tað eru til dømis allir bilar, maskinur og amboð hjá kommununi. Verkstaðið ger millum annað umvælingar, dekk- og oljuskift og innkalling til sýn á Akstovuni og arbeiðseftirlitinum.

Verkstaðurin ger eisini umvælingar av vegristum, skeltum, gelandarum og øðrum, ið hoyrir til kommunalu vegirnar.

Verkstaðurin heldur til Á Hjalla 15. Atli Simonsen er leiðari á Verkstaðnum. Afturat honum starvast átta starvsfólk:

  • Tvey starvsfólk starvast í smiðjuni
  • Fimm starvsfólk starvast á verkstaðnum
  • Eitt starvsfólk starvast sum skrivstovufólk
Tekniska deild
Tekniska deild

Vestara Bryggja 15, 2. hædd 
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Les um Teknisku deild

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15