Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

Býarverkfrøðingur og leiðari Fríður P. Dalsgarð
fridur@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Lurta

Tekniska deild

Tekniska deild tekur sær av øllum kommunala vegakervinum, bussleiðini og parkeringsviðurskiftum. Eitt annað týðandi øki, sum deildin tekur sær av, er kloakkskipanin. Somuleiðis hevur deildin ábyrgdina av kortskráseting í kommununi.

Eisini hevur Tekniska deild ábyrgdina av vatnveitingini, gøtuljósunum og rakstrardeildini, ið tekur sær av øllum rakstrinum og viðlíkahaldinum av vegum og kloakkum í kommununi.



Tekniska økið
Arbeiðsøki

Arbeiðið hjá Teknisku deild fevnir millum annað um mynduleika- og rakstraruppgávur innan vatn- og kloakkleiðing, vegir og ferðslutrygd.


Ítøkiligar uppgávur hjá Teknisku deild

Vegir, ferðsla og parkering

  • At leggja ferðsluna til rættis
  • Áhaldandi betring av ferðslutrygd
  • Bussleiðin
  • Ferðslugreiningar
  • Skelting
  • At strika vegir
  • Graviloyvir
  • Asfaltering
  • Parkering
  • Ferðslu- og gøtuljós
  • Reinhald
  • Kavarudding og salting

Vatn og kloakk

  • Vatnveiting
  • Regn- og yvirflatuvatn
  • Kloakkleiðing

Kort- og Gis-skipan

  • Skráseting av kloakk- og vatnleiðingum
  • Skráseting av bygningum, vegum og øðrum
Skipan av deildini

Tekniska deild er skipað sum partur av teknisku fyrisitingini og fevnir eisini um rakstrardeildina.

Býarverkfrøðingurin, Fríður P. Dalsgarð, er deildarleiðari, og Tóri Bendtsen er rakstrarleiðari.

Umframt hetta hava vit umleið 70 starvsfólk:

  • 11 fólk starvast í umsitingini
  • 59 fólk starvast í rakstrinum

Um summarið starvast fleiri fólk í tíðaravmarkaðum størvum á rakstrardeildini.

Um Teknisku deild

Tekniska deildin heldur til á triðju hædd í Niels Finsens gøtu 17.

Politikkir og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Beinleiðis leinki til politikkir og ætlanir:

Parkeringspolitikkur

Set teg í samband við Teknisku deild

Tú kanst seta teg í samband við Teknisku deild við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo

At starvast á Teknisku deild
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í Tórshavnar kommunu:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Teknisku deild

Tekniska deild er ein fjølbroyttur arbeiðsstaður við nógvum ymiskum sløgum av størvum og útbúgvingum. Vit hava millum annað:

  • Verkfrøðingar
  • Byggifrøðingar
  • Tekniskar hjálparar
  • Landmátarar
  • ArcGis-fólk
  • Skrivstovufólk
  • Maskinmeistarar
  • Elektrikarar
  • Arbeiðsfólk
  • Lastbilførarar
  • Handverkarar
Verkstaðurin
Um verkstaðin

Verkstaðurin umsitur øll akfør hjá kommununi, so sum allar bilar, maskinur og amboð. Hetta inniber, millum annað, umvælingar, dekk- og oljuskift og innkalling til sýn á Akstovuni og arbeiðseftirlitinum.

Verkstaðurin ger eisini umvælingar av vegristum, skeltum, gelandarum og øðrum á teimum kommunalu vegunum í Tórshavnar kommunu.

Verkstaðurin heldur til á Hjalla 15. Atli Simonsen er leiðari á Verkstaðnum, umframt leiðaran starvast 8 starvsfólk, harav:

  • 2 starvsfólk starvast í smiðjuni
  • 5 starvsfólk starvast á verkstaðnum
  • 1 starvsfólk starvast sum skrivstovufólk
Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15