Lurta

V-tal, bankaupplýsingar og Rokningaportalurin

Her finnur tú upplýsingar um at flyta pening ella senda rokning til kommununa.



Finn upplýsingar
Kontonummur hjá kommununi

Betri Banki 9181-200.368.8
Bank Nordik 6460-220.342.3
Norðoya Sparikassi 9865-103.919.3
Suðuroyar Sparikassi 9870-428.176.5

V-tal, GLN/EAN nr. PBS-nr hjá kommununi

V-tal 339849

GLN/EAN nr. 5797100001017 (Rokningadepilin/Farpay)

SKI nr. 5790000409907

PBS nr. 04254376

SWIFT & IBAN

Betri Banki​: SWIFT: EIKBFOTF - IBAN: FO0291810002003688

Krøv til rokningar

Rokningin skal innihalda so nógvar av upplýsingunum niðanfyri sum gjørligt:

  • Dagfesting
  • Navn á seljara og bíleggjara
  • Deildar- ella stovnsnummar
  • Samskiftisupplýsingar (bústað, telefonnummar og teldupost)
  • V-tal, er talan um eitt virki
  • MVG-upphædd, er veitarin MVG-skrásettur
  • Slag, nøgd og upphædd á veitingini
  • Rokninganummar (nummur skulu vera ymisk)
  • Bíleggingarseðilsnummar (nummur skulu vera ymisk)
Rokningaportalurin

Rokningaportalurin er ein ískoytisskipan, sum kommunan nýtir til at avgreiða tær rokningar, ið tú sum veitari ikki fært sent umvegis MínRokning.

Vanliga senda veitarar talgildar rokningar og fakturar í sonevndum XML-skapi, men er talan um eingangsrokningar ella rokningar í øðrum skapi, kanst tú innlesa tær á Rokningaportalinum. Tú kanst eisini leggja onnur skjøl við, um neyðugt. Slíkar rokningar verða síðani gjørdar til XML-fílu og lagdar inn í vanligu rokningaverkgongdina.

Á síðu okkara »send kommununi rokning« finnur tú leinki til Rokningaportalin og MínRokning og kanst lesa um, hvussu tú brúkar skipanirnar.

Send kommununi rokning