»Tað gevur nógv at síggja, hvussu loysnir okkara verða brúktar – til dømis, tá borgarar nýta kortini á heimasíðuni ella brúka bussappina til at finna næstu fráferðina«
Eg arbeiði við at kortleggja og greina dátur, sum gera kommununa meira gjøgnumskygda og lættari at menna. Sum dátugreinari við ábyrgd av GIS og kortum, brúki eg tøkni til at stuðla dagligari og strategiskari planlegging – alt frá kloakkum og bussleiðum til dronuflúgving og Street View. Eg brúki sostatt bæði mína teknisku vitan og mínar skapandi førleikar, og tað passar mær sera væl.
Vit eru eitt lítið, men virkið toymi innan GIS, sum virkar í einum friðarligum og væl skipaðum umhvørvi á Teknisku deild. Tað gevur okkum møguleika at arbeiða miðvíst og við djúpari fakligari innliving.
Les alla samrøðuna her:
Eg brenni fyri at verja umhvørvið og arbeiði hvønn dag við at gera Tórshavnar kommunu grønari. Á Brennistøðini arbeiði eg við spillvatnskanningum, útláti og burturkasti – og menni loysnir, sum gera tað lættari hjá borgarum at skilja og handfara burturkast.
Les alla samrøðuna við Beintu her:
Eg arbeiði sum KT-trygdarserfrøðingur á KT-deildini í Tórshavnar kommunu. Eg arbeiði við at tryggja, at persónsupplýsingar eru vardar, og at talgildu skipanir okkara eru álítandi. Eg fáist serliga við kryptering og verju móti hakkaraálopum – og haldi skeið og framløgur fyri at økja tilvitskuna um dátutrygd millum starvsfólkini.
Les alla samrøðuna við Kai her:
Sum leiðari av Ítróttaranlegg havi eg høvuðsábyrgdina av, at øll tey mongu ítróttarøkini í Tórshavnar kommunu virka, sum tey skulu. Eg havi umleið 20 røsk og dugnalig fólk afturat mær. Saman tryggja vit, at økini eru rein og væl hildin hvønn dag.
Les meira um arbeiðið hjá Pola her:
Í mínum starvi arbeiði eg við setanartilgongdum, broytingum á arbeiðsplássum og samskipi tiltøk og leiðsluskeið í Tórshavnar kommunu. Eg havi eitt fjølbroytt arbeiði, har eg bæði eri á skrivstovuni og úti á starvsstøðum. Eg arbeiði tætt saman við leiðslu og starvsfólki fyri at menna arbeiðsumhvørvið og trivnaðin – og tað gevur mær nógv at síggja, tá broytingar gera mun.
Les alla samrøðuna við Margretu her:
Eg var ungur og óroyndur, tá eg byrjaði sum hjálparfólk í 2015, men við árunum hevur hetta starvið givið mær størri sjálvsálit og betri sjálvsfatan. At starvast við børnum er ógvuliga gevandi. Arbeiðið lærir ein so nógv – um børn, um menniskju og um ein sjálvan.
Les meira um arbeiðslívið hjá Magnusi her:
| Mánadag | 9 | - | 16 |
| Týsdag | 9 | - | 16 |
| Mikudag | 9 | - | 16 |
| Hósdag | 9 | - | 16 |
| Fríggjadag | 9 | - | 15 |