Beinta Højgaard Thomsen – Umhvørvisfólk Beinta Højgaard Thomsen – Umhvørvisfólk
Beinta Højgaard Thomsen – Umhvørvisfólk

»Eg arbeiði ikki bert við ruski – eg arbeiði við framtíðini«

Beinta Højgaard Thomsen

Útbúgving: Bachelor í lívfrøði, Master í umhvørvisvísindi

Starvsheiti: Umhvørvisfólk á Kommunalu Brennistøðini

Beinta Højgaard Thomsen – Umhvørvisfólk á Brennistøðini 

Beinta Højgaard Thomsen arbeiðir við at gera Tórshavnar kommunu umhvørvisvinarligari.

Tað hevur altíð verið eitt hjartamál hjá mær at verja umhvørvi okkara. Mína útbúgvingarleið valdi eg júst fyri at kunna gera mun og stuðla undir einari grønari framtíð í Føroyum. Mín serligi áhugi fyri burturkasti vaks fram undir lestrinum, tí tað var so týðiligt, hvussu umráðandi røtt handfaring av burturkasti er fyri samfelagið og okkara umhvørvi.

Eftir lesturin fylgdi eg við í starvslýsingunum heima í Føroyum. Eg ynskti mær eitt starv, har eg kundi brúka mína útbúgving og mín áhuga fyri umhvørvinum. Har var tí einki at ivast í, tá ið eg bar eyga við lýsingina eftir umhvørvisfólki til Brennistøðina.

Á Brennistøðini eri eg við til at gera kanningar av spillvatni, havi eftirlit við útlátinum og arbeiði við at tryggja, at burturkastið verður handfarið skynsamt og umhvørvisvinarligt. Eg fylgi eisini við á Endurnýtsluni og arbeiði støðugt við at menna og betra okkara mannagongdir.

Mítt høvuðsmál er at gera kommununa so umhvørvisvinarliga sum gjørligt. Eg arbeiði tí áhaldandi við at finna nýggjar loysnir, ið gera tað lættari hjá borgarum at skilja og handfara burturkastið heima við hús og í grannalagnum. Eitt av mínum málum er, at øll grannaløg í kommununi fáa sína egnu skiljistøð. Hetta er eitt arbeiði, sum kortsíðan er farið í gongd, og sum eg eri sera errin av at vera partur av.

Mítt arbeiði er rættiliga fjølbroytt, og tað dámar mær væl. Eg fái bæði stundir til at hugsavna meg framman fyri telduni og arbeitt úti saman við mínum starvsfelagum. Vit eru nógv ymisk fólk á Brennistøðini, og tað ger bæði arbeiðsdagin læruríkan og spennandi.

Eftir fimm ár í starvinum eri eg framvegis líka eldhugað. Ein partur av forkláringini er, hugsi eg, at eg síggi ítøkiligu úrslitini av mínum arbeiði, tí tað hevur stóran týdning fyri meg.

Vilt tú vera okkara starvsfelagi?

Fylg við á starvssíðu okkara og minst til at tekna teg til starvsávísaran. So fært tú boð um viðkomandi størv beinanvegin:

Leys størv í Tórshavnar kommunu


Starvsfólkadeildin
Starvsfólkadeildin

Tórsgøta 9
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15