Kai Arzdorf – KT-trygdarserfrøðingur Kai Arzdorf – KT-trygdarserfrøðingur
Kai Arzdorf – KT-trygdarserfrøðingur

»Tað besta við mínum starvi er, at tað er fjølbroytt, og at arbeiði mítt hevur týdning – ikki bara fyri kommununa, men fyri samfelagið sum heild«

Kai Arzdorf

Útbúgving: Støddfrøðingur (ph.d)

Starvsheiti: KT-trygdarserfrøðingur á KT-deildini hjá Tórshavnar kommunu

Kai Arzdorf – KT-trygdarserfrøðingur á KT-deildini

Sum KT-trygdarserfrøðingur í Tórshavnar kommunu arbeiði eg við at verja dátur – og harvið menniskju – í einum alsamt meira talgildum samfelag.

Talgildi heimurin broytist við rúkandi ferð, og tørvurin á dátutrygd bara veksur. Tað ger mítt starv serstakliga spennandi og fjølbroytt. Eg fáist serliga við kryptering og trygging av talgilda samskiftinum. Tað snýr seg í grundini um at tryggja, at óviðkomandi ikki hava atgongd til upplýsingar, sum vit senda, móttaka og viðgera í kommununi.

At verja dátur er í veruleikanum at verja menniskju

Eg eri útbúgvin innan ástøðiliga støddfrøði og havi skrivað ph.d. í aritmetisk-algebraiskari geometri, sum er grundarlagið undir modernaðari kryptografi. Áðrenn eg flutti til Føroyar, arbeiddi eg hjá Siemens í Týsklandi. Tá ið eg so fekk føroyskan maka, fór eg at leita eftir starvi í Føroyum. Arbeiðsmarknaðurin í Føroyum er tó nógv minni, so tað var ikki bara sum at siga tað at finna eitt spennandi starv, sum passaði til mína fakligu bakgrund. Men tá ið KT-deildin í Tórshavnar kommunu lýsti eftir KT-trygdarserfrøðingi, visti eg, at eg hevði funnið starvið til mín.

Í løtuni eri eg tann einasti í kommununi, sum arbeiðir fulla tíð við KT-trygd. Mítt arbeiði er fjølbroytt og fevnir um váðametingar, menning av mannagongdum og trygging av persónsupplýsingum og fíggjardátum. Harumframt arbeiði eg við at verja skipanum móti hakkaraálopum og menni skeið og framløgur, sum økja tilvitskuna um dátutrygd millum starvsfólk.

Mítt starv snýr seg í stóran mun um at loysa kompleksar trupulleikar við logikki. Í so máta er starvið perfekt til ein støddfrøðing sum meg við mínum áhugamálum. Eg veit eisini, at mítt arbeiði hevur týdning. Ikki bara fyri Tórshavnar kommunu, men fyri samfelagið sum heild. Tað hevur minst líka nógv at siga fyri meg.

Vilt tú vera okkara starvsfelagi?

Fylg við á starvssíðu okkara og minst til at tekna teg til starvsávísaran – so fært tú boð um viðkomandi størv beinanvegin:

Leys størv í Tórshavnar kommunu


Starvsfólkadeildin
Starvsfólkadeildin

Tórsgøta 9
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15