»Eg sleppi at útbúgva meg til námsfrøðing, samstundis sum eg arbeiði. Tað vil siga, at eg fakliga fái ment meg uppaftur meira uttan at noyðast úr starvi«
»Eg sleppi at útbúgva meg til námsfrøðing, samstundis sum eg arbeiði. Tað vil siga, at eg fakliga fái ment meg uppaftur meira uttan at noyðast úr starvi«
Útbúgving: Lesur til námsfrøðiligan professiónsbachelor á VIA University College
Starvsheiti: Námsfrøðiligt hjálparfólk við námsfrøðiligari ábyrgd
Tað vísir seg, at eg dugi væl at arbeiða við børnum. Tað fái eg javnan at vita frá bæði børnum og vaksnum. Upprunaliga ætlaði eg, at starvið í frítíðarskúlanum skuldi bara vera fyribils, so í 2016 segði eg starvið frá mær fyri at kanna aðrar leiðir. Men eg saknaði beinanvegin lívið millum børnini og vendi tí aftur til Spíran sama ár.
Arbeiðsdagurin hjá okkum byrjar við fyrireikingum og pappírsarbeiði, áðrenn vit fara við bussi eftir børnunum. Tá vit koma aftur við børnunum, eta vit matpakka og fara síðan út í náttúruna, tí vit leggja dent á at vera so nógv úti sum gjørligt. Spírin liggur í vakra umhvørvinum í Havnardali, og her hava vit djór, sum børnini eru við til at røkta og spæla við – kaninir, marsvín, hønur, gæs og dunnur. Børnini fanga eisini síl í ánni, rógva í gummibátum í tjørnini, spæla fótbólt og luttaka í ymiskum virksemi.

Er veðrið ikki til vildar, hava vit góðar karmar innandura við verkstovum, til dømis til træsmíð og smúkkuverkstað. Gerandisdagur okkara er sostatt fullur av lívi og upplivingum. Onkuntíð eru løtur, har arbeiðið kennist næstan ov gott. Til dømis tá ið vit liggja á bleytum madrassum og hyggja eftir teknifilmi, meðan regnið tromar á vindeyguni.
Tað er ómetaliga gevandi at arbeiða við børnum. Eg vil siga tað soleiðis, at børnini og starvið hava havt stóran týdning fyri mína persónligu menning. Tí arbeiðið gevur innlit í bæði menniskjalívið og egna sjálvsfatan. Arbeiðið hevur millum annað givið mær eina djúpari fatan av mínum egna íkasti.

Eg havi sostatt ment meg nógv, síðan eg byrjaði í starvinum fyri ellivu árum síðan. Eg kenni meg sjálvan betur, og eg eri ikki bangin fyri at siga mína hugsan. Harafturat havi eg nú fingið møguleika at útbúgva meg til námsfrøðing, samstundis sum eg arbeiði. Hvønn mánadag fái eg talgilda undirvísing frá VIA University College í Viborg í Danmark, og eftir 3,5 ár havi eg nomið mær prógv sum yrkisbachelor. Tað er ein góð skipan, tí nú fái eg fakliga ment meg uppaftur meira uttan at noyðast úr starvi.
| Mánadag | 9 | - | 16 |
| Týsdag | 9 | - | 16 |
| Mikudag | 9 | - | 16 |
| Hósdag | 9 | - | 16 |
| Fríggjadag | 9 | - | 15 |