»Tað týdningarmesta fyri meg er, at arbeiðsplássini røkka sínum málum – og at broytingarnar ikki bert eru skjótar loysnir, men varandi og haldgóðar«
»Tað týdningarmesta fyri meg er, at arbeiðsplássini røkka sínum málum – og at broytingarnar ikki bert eru skjótar loysnir, men varandi og haldgóðar«
Útbúgving: Master í sálarfrøði og námsfrøði, cand.mag.psyc.pæd.
Starv: Fulltrúi á Starvsfólkadeildini
Mínar arbeiðsuppgávur sum fulltrúi á Starvsfólkadeildini eru fjølbroyttar. Eg arbeiði bæði á skrivstovuni og úti á starvsstøðum í kommununi. Eg eri við í setanartilgongdum, arbeiði við broytingartilgongdum og havi samskipað luttøkuna hjá Tórshavnar kommunu til tiltøk so sum Vinnan vitjar og Jobmatch. Harumframt samskipi eg leiðsluskeið og skipi fyri leiðaradagar í kommununi saman við mínum starvsfelagum. Tað vil siga, at eg komi í samband við nógv ymisk fólk og brúki mína fakligheit á fleiri økjum.
Avbjóðingar á arbeiðsplássum kunnu vera sera ymiskar, og tí eru tilgongdir okkara eisini rættiliga ymiskar. Tær kunnu millum annað snúgva seg um at betra samskiftið millum starvsfólk og leiðslu, styrkja samstarvið millum starvsstøð ella betra verandi mannagongdir. Tað týdningarmesta fyri meg er, at arbeiðsplássini røkka sínum málum – og at broytingarnar ikki bert eru skjótar loysnir, men varandi og haldgóðar.
Eg havi verið partur av eini tilgongd á einum arbeiðsplássi, har starvsfólkini vóru spjadd og knýtt at fleiri eindum. Hetta gjørdi tað bæði trupult hjá leiðsluni at hava tætt samband við starvsfólkini og fyri starvsfólkini at fáa samband við hvør onnur. Í samstarvi við leiðsluna settu vit tí eitt regluligt samskifti í verk við tí endamáli at skapa ein felags pall, sum gjørdi tað lættari hjá leiðslu og starvsfólkum at tosa saman um arbeiðsuppgávur, fakligar spurningar, skipa samstarv tvørtur um eindir og harumframt at koma hvørjum øðrum við sosialt.
Úrslitið var, at samstarvið millum starvsfólkini og trivnaðurin mentist munandi. Harumframt megnaði arbeiðsplássið at loysa størri og fleiri uppgávur. Samskifti gjørdist soleiðis lykilin til at styrkja bæði arbeiðsgongdir og felagsskap.

Á Starvsfólkadeildini starvast tólv starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum. Eg haldi, at fakliga fjølbroytnið ger okkara arbeiðsumhvørvi áhugavert og læruríkt at virka í. Samansetingin ger okkum til eitt sterkt toymi, tí hóast vit eru ymisk, arbeiða vit væl saman. Vit leggja eisini dent á at taka okkum kaffisteðgir, har vit tosa um annað enn arbeiði.
| Mánadag | 9 | - | 16 |
| Týsdag | 9 | - | 16 |
| Mikudag | 9 | - | 16 |
| Hósdag | 9 | - | 16 |
| Fríggjadag | 9 | - | 15 |