Martin Sirkovsky – Dátugreinari Martin Sirkovsky – Dátugreinari
Martin Sirkovsky – Dátugreinari

»Tað gevur nógv at síggja, hvussu loysnir okkara verða brúktar – til dømis, tá borgarar nýta kortini á heimasíðuni ella brúka bussappina til at finna næstu fráferðina«

Martin Sirkovsky

Útbúgving: Landmátari, Bachelor í KT-verkfrøði, Diplom í GIS-skipanum og fotografur

Starvsheiti: Dátugreinari við ábyrgd fyri GIS (Geografical Information Systems) og kortum á Teknisku deild

Martin Sirkovsky – Dátugreinari á Teknisku deild

Martin kortleggur og greinar dátur, ið gera kommununa lættari at menna og meira gjøgnumskygda fyri starvsfólk og borgarar.

Eg arbeiði sum dátugreinari við ábyrgd av GIS og kortlegging. Mítt arbeiði snýr seg um at nýta GIS- og KT-tøkni til at stuðla bæði dagligari og strategiskari planlegging í Tórshavnar kommunu. GIS er stytting fyri »Geographical Information Systems« og er eitt slag av kunningartøkni, vit brúka til at savna, greina og sjónliggera geografiskar og tekniskar dátur.

Eg menni og viðlíkahaldi talgild kort og dátur, sum lýsa tekniska infrakervið í kommununi – eitt nú kloakkirnar, vatnveitingina og ymiskar rakstraruppgávur sum reinsing av ristum og áfylling av saltkassum. Ein av okkara meira sjónligu uppgávum er at dagføra dátur um bussleiðirnar, so ferðandi síggja leiðir og fráferðir beinleiðis á netinum. Eg tryggi eisini, at bakgrundsdátur um matrikklar, bygningar og vegir eru rættar og dagførdar.

Kortini og dáturnar, vit arbeiða við, eru sostatt ikki bert eitt amboð fyri kommununa – tey eru eisini alment tøk og geva borgarum greiða vitan um teirra nærumhvørvi.

Tað gevur nógv at síggja, hvussu loysnir okkara verða brúktar – til dømis, tá borgarar nýta kortini á heimasíðuni ella brúka bussappina til at finna næstu fráferðina

Vit eru eitt lítið, men virkið toymi innan GIS, sum virkar í einum friðarligum og væl skipaðum umhvørvi á Teknisku deild. Tað gevur okkum møguleika at arbeiða miðvíst og við djúpari fakligari innliving. Eg kann hugsavna meg um at menna dygdargóðar og brúkaravinarligar loysnir og amboð.

Eg siti nógv við telduna, men arbeiðið krevur eisini, at eg viðhvørt fari út í náttúruna og býin. Vit taka til dømis árligar myndir við dronu fyri at gera nýggj myndakort, sum eru grundarlagið undir dagføring av okkara dátum. Vit brúka eisini dronuna til kringsýnismyndir fyri at síggja býin úr øðrum sjónarhorni, og viðhvørt fari eg súkklutúr fyri at avmynda vegir og gøtur til Street View av kommununi á netinum.

Á tann hátt fái eg samansjóðað mínar teknisku og skapandi førleikar – nakað sum hóskar sera væl til mín.

Tað gevur nógv at síggja, hvussu loysnir okkara verða brúktar. Til dømis, tá borgarar nýta kortini á heimasíðuni ella brúka bussappina til at finna næstu fráferðina. Tá sært tú, at tú ert við til at gera gerandisdagin lættari, bæði hjá starvsfólkum í kommununi, hjá vinnuni og hjá borgarum, samstundis sum tað ger kommununa meira gjøgnumskygda.

Leitar tú eftir starvi?

Kundi tú hugsað tær at starvast hjá okkum? Fylg við á starvssíðu okkara og minst til at tekna teg til okkara starvsávísara – so fært tú boð um viðkomandi størv beinanvegin:

Leys størv í Tórshavnar kommunu


Starvsfólkadeildin
Starvsfólkadeildin

Tórsgøta 9
100 Tórshavn

Tel. 30 20 10
torshavn@torshavn.fo

Upplatingartíðir
Mánadag9-16
Týsdag9-16
Mikudag9-16
Hósdag9-16
Fríggjadag9-15