»Saman tryggja vit, at øll ítróttarøkini eru rein og klár – hvønn dag. Vit vita, at tá ið økini eru væl hildin, ansa fólk eisini betur eftir teimum«
»Saman tryggja vit, at øll ítróttarøkini eru rein og klár – hvønn dag. Vit vita, at tá ið økini eru væl hildin, ansa fólk eisini betur eftir teimum«
Útbúgving: Jarnsmiðjur, skipari og skipsførari
Starvsheiti: Leiðari fyri Ítróttaranlegg
Eg havi arbeitt á sjógvi, á landi, sum leiðari og sum lærari, men ítróttin hevur altíð verið ein reyður tráður í mínum lívi. Eg havi verið virkin í ítrótti alt mítt lív – serliga innan hondbólt, men eisini fótbólt og øðrum ítróttagreinum. Hóast eg eri ikki nakar unglingi longur, haldi eg meg framvegis virknan við spinning, styrkisvenjing og flogbólti.
Hetta starvið var tí upplagt fyri meg at søkja. Fyri meg er hetta eitt dreymastarv, tí eg sleppi at arbeiða í einum umhvørvi, eg brenni fyri, samstundis sum eg eri við til at syrgja fyri, at mínir medborgarar hava góðar møguleikar at vera kropsliga virknir.
Mínir arbeiðsdagar eru fjølbroyttir við bæði pappírsarbeiði, praktiskum uppgávum og samskifti við brúkarar. Vit eru eitt toymi við umleið 20 dugnaligum starvsfólkum. Saman syrgja vit fyri, at øll ítróttarøkini eru rein og klár hvønn dag. Tí vit vita, at tá ið økini eru væl hildin, ansa fólk eisini betur eftir teimum. Tað skapar trivnað og gleði – serliga millum børnini, sum eru ein sannur íblástur fyri meg.

Okkara arbeiðspláss hóskar væl til fólk, sum trívast við, at arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, og sum dáma at samskifta. Tí hvør dagur er ymiskur hjá okkum, og vit samskifta við heilt nógv fólk, sum brúka økini.
Vilt tú vera okkara starvsfelagi?
| Mánadag | 9 | - | 16 |
| Týsdag | 9 | - | 16 |
| Mikudag | 9 | - | 16 |
| Hósdag | 9 | - | 16 |
| Fríggjadag | 9 | - | 15 |