Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 13. mai 2024
Setanarslag
Feriuavloysari
Arbeiðsstaður
Hoyvík Søk starvið
Lurta

Summarferiuavloysarar – heilsuhjálparar til Heilsu- og umsorganartænastuna í Tórshavn

Søkt verður eftir heilsuhjálparum til Heilsu- og umsorganartænastuna.

Ert tú heilsuhjálpari og ynskir at  arbeiða í summarfrítíðini, so hava vit kanska starvið til tín.

Í Tórshavnar Kommunu søkja vit eftir heilsuhjálparum til eldrabústovnarnar, til rehabiliterings- og umlættingardepilin Urd og til Heimatænastuna. Tíðarskeiðið er 1. juni til 31. august 2024.


Um starvið

Í Tórshavnar kommunu eru tilsamans 8 eldrabústovnar, sum eru ymiskar í stødd. Vit hava deildir við eldri sum hava demenssjúku og deildir við eldri sum hava ellisbrek, og  felags fyri øll bufólkini er, at hava tørv á kompliseraða sjúkrarøkt, viðgerð og umsorgan.

Urd er umlættingar – og rehabiliteringsdepil, har eldri fólk eru eitt avmarkað tíðarskeið.

Í Heimatænastuni eru tvey toymi við heilsurøktarum, heilsuhjálparum og starvsfólkum uttan heilsufakliga útbúgving, sum veita heimahjálp til heimabúgvandi borgarar. Fyri at arbeiða í heimatænastuni, er krav um at hava koyrikort.

  • Sum heilsuhjálpari hevur tað týdning, at tú í samstarvi við onnur starvsfólk, er við til at veita dygdargóða røkt og umsorgan, og at tú dugur at eygleiða og at fyribyrgja vandastøður
  • At tú í tínum arbeiði leggur dent á at fyribyrgja og endurmenna, og at borgarin hevur ein aktivan og virknan gerandisdag
  • Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott

Vit vænta at tú brennur fyri at brúka tínar førleikar, soleiðis at okkara eldru fáa virðiliga røkt og umsorgan og ein innihaldsríkan gerandisdag. Tú kemur at starvast í einum toymi av sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og starvsfólkum uttan heilsufakliga útbúgving.


Vit bjóða tær:

  • góða innleiðslu, har tú at byrja við, verður saman við / upplærd av starvsfelagum
  • eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning saman við góðum starvsfelagum


Setanarviðurskifti

Lønin er sambart sáttmála millum KAF og Heilsuhjálparafelagið.


Upplýsingar

Tú kanst lesa meira um okkum her:

Búpláss við umsorgan og røkt

Hjálp í gerandisdegnum


Samband

Ynskir tú at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at  seta seg í samband við Marjun Poulsen, dygdarmennara, telefon 22 41 35, teldupost marjunp@torshavn.fo ella ringja til Heilsuhúsið, telefon 30 20 00.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.

Er ynski um ávísa búeind/stað, verður tað at tilskila í umsóknini.

Umsóknarfreistin er 13. mai 2024