Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 13. mai 2024
Setanarslag
Feriuavloysari
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Ingun Eidesgaard
Eindarleiðari
224115
ingune@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Summarferiuavloysarar – sjúkrarøktarfrøðingar til Heilsu- og umsorganartænastuna

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, og ynskir at  arbeiða í summarfrítíðini, so hava vit kanska starvi til tín.

Í Tórshavnar Kommunu søkja vit eftir sjúkrarøktarfrøðingum til eldrabústovnarnar til Urd  og til Heimatænastuna í tíðarskeiðnum 1. juni til 31. august 2024.


Um starvið

Í Tórshavnar kommunu eru tilsamans 8 eldrabústovnar. Bústovnarnir eru ymiskir í stødd. Vit hava deildir við eldri, sum hava demenssjúku og deildir við eldri við førleikatarni, sum hava tørv á sjúkrarøkt, viðgerð og umsorgan.

Urd er umlættingar – og rehabiliteringsdepil, har eldri fólk eru eitt avmarkað tíðarskeið. Heimatænastan er toymi við sjúkrarøktarfrøðingum, sum veita sjúkrarøkt til heimabúgvandi borgarar og til eldri á eldrabústovnum.

  • Tað er týdningarmikið fyri okkum, at tú sum sjúkrarøktarfrøðingur útinnir, miðlar og hevur ábyrgd av kompleksari sjúkrarøkt í samstarvi við aðrar fakbólkar
  • Vit leggja dent á, at seinasta tíðin hjá borgarum og palliativa tilgongdin er væl skipað og við umsorgan fyri borgara og avvarðandi.
  • Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Vit vænta, at tú brennur fyri at brúka tínar førleikar, soleiðis at okkara eldru fáa virðiliga røkt og umsorgan við høgari góðsku. Tú kemur at starvast í einum toymi av sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og starvsfólk uttan heilsufakliga útugving.


Vit bjóða tær

  • Góða innleiðslu, har tú at byrja við verður saman við / upplærd av starvsfelagum
  • Eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning saman við góðum starvsfelagum


Setanarviðurskifti

Lønin er sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.


Upplýsingar

Tú kanst lesa um heilsu- og umsorganartænastuna her

Búpláss við umsorgan og røkt

Hjálp í gerandisdegnum


Samband

Um tú ynskir at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við fakliga dygdarmennaran, Marjun Poulsen, á teldupost marjunp@torshavn.fo ella við at ringja til Heilsuhúsið telefon 30 20 00.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.

Er ynski um ávísa búeind/stað, verður tað at tilskila í umsóknini.

Umsóknarfreistin er 13. mai 2024.