Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 13. mai 2024
Setanarslag
Feriuavloysari
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið
Lurta

Summarferiuavloysarar – heilsurøktarar til Heilsu- og umsorganartænastuna

Ert tú Heilsurøktari og ynskir at  arbeiða í summarfrítíðini, so hava vit kanska starvið til tín.

Í Tórshavnar Kommunu søkja vit eftir heilsurøktarum til eldrabústovnarnar,  rehabiliterings- og umlættingarheimið Urd og til Heimatænastuna,  tíðarskeiðið 1. juni til 31. august 2024.


Um starvið

Í Tórshavnar kommunu eru 8 eldrabústovnar, sum eru ymiskar í stødd. Vit hava  deildir við eldri sum hava demenssjúku og deildir við eldri sum hava ellisbrek. Felags fyri búfólkini er, at tey hava tørv á kompliseraða sjúkrarøkt, viðgerð og umsorgan, og tørv á stuðul í gerandisdegnum.
Urd er umlættingar – og rehabiliteringsdepil, har eldri fólk eru eitt avmarkað tíðarskeið. Í Heimatænastuni eru tvey toymi við heilsurøktarum, heilsuhjálparum og starvsfólk uttan heilsufakliga útbúgving, sum veita heimahjálp til heimabúgvandi borgarar. Krav er um koyrikort, fyri at arbeiða í Heimatænastuni.

  • Tað er týdningarmikð fyri okkum, at tú sum heilsurøktari, dugir at grundgeva og saman við sjúkrarøktarfrøðingi dugur at leggja til rættis, geva og eftirmeta sjúkrarøkt, sum lagar seg eftir grundleggjandi tørvum hjá borgaranum út frá einum miðvísum og endurmennandi sjónarhorni
  • Vit arbeiða viðurkennandi og leggja dent á skapa ein góðan og virknan gerandisdag, har borgarar, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott
  • Sum heilsurøktari ert tú, í tøttum samstarvi við aðrar fakbólkar, partur av samansettari viðgerðargongd, og tekur tær av palliativari røkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi

Vit vænta at tú hevur áhuga og hegni at arbeiða við fólki, soleiðis at okkara eldru fáa virðiliga røkt og umsorgan, eins og ein innihaldsríkan gerandisdag. Tú kemur at starvast í einum toymi av sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og starvsfólki uttan heilsufakliga útbúgving.


Vit bjóða tær:

  • góða innleiðslu, har tú at byrja við, verður saman við / upplærd av starvsfelagum
  • eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning, saman við góðum starvsfelagum


Setanarviðurskifti

Lønin er sambart sáttmála millum KAF og Heilsurøktarafelagið.


Upplýsingar

Tú kanst lesa um heilsu- og umsorganartænastuna her:

Búpláss við umsorgan og røkt

Hjálp í gerandisdegnum


Samband

Um tú ynskir at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við fakliga dygdarmennara, Marjun Poulsen, teldupost marjunp@torshavn.fo eller at ringja til Heilsuhúsið telefon 30 20 00.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.

Er ynski um ávísa búeind / stað, verður tað at tilskila í umsóknini.

Umsóknarfreistin er  13. mai 2024.