Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 20. mai 2024
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 1,0
Setanarslag
Lestrarstarv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið
Lurta

Lærlingur sum føðsluatstøðingur í Heilsu- og umsorganartænastuni

Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir tveimum lærlingum sum føðsluatstøðingar.

Hevur tú áhuga í at arbeiða í stórkøki, og vilt tú verða við til at framleiða og veita føðslugóðan og vælsmakkandi mat til búfólk og eldri borgarar í Tórshavnar kommunu, so hevur tú møguleika at koma í læru hjá okkum.


Vit bjóða:

  • eina fjølbroytta læru, har tú kemur at vera í øllum 5 køkunum í Heilsu-og umsorganartænastuni, ið er á Boðanesheiminum, Lágargarði, Urd, Ellisheiminum og á Tjarnargarði
  • eina breiða fakliga vitan innanfyri m.a. føðslu, rávørukunnleika, matgerðarhættir, burðardygd, diætum og matvørureinføri
  • tú kemur at arbeiða saman við dugnaligum starvsfólkum við ymiskum kostfakligum útbúgvingum

Vit miðja eftir at geva tær bestu fortreytirnar og bestu umstøðurnar, fyri at fáa eina útbúgving á høgum støði.


Tínar førleikar

  • Tú dugir at samstarva og samskifta
  • Tú ert opin fyri nýggjari læring og persónligari menning
  • Tú hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, umframt førleikan at laga teg eftir ymiskum arbeiðsumstøðum


Skúlakrøv

Grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving (grundforløb) á TKS.

Lærutíðin er 2 ár og 11 mánaðir. Skúlagongdin er 30 vikur av lærutíðini. 3 x 10 vikur skúlaskeið á tekniska skúla í Danmark. Um tú longu hevur lokið 1. skúlaskeið á TSK skalt tú 2 x 10 vikur á skúlaskeið í Danmark.


Setanarviðurskifti

Lønar- og setunartreytir sambært sáttmála millum Kost- og føðslufelag Føroya.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita við at venda sær til Camilla Holmegaard Hansen, deildarleiðara fyri køkarnar í H&U, á telefon 22 37 82 ella á t-post camillab@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og skriva eina stutta umsókn um teg, og hví tú kundi hugsa tær hetta læruplássið, saman við CV, viðmæli og royndum.

Umsóknarfreistin er mánadagin 20. mai 2024.