Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
týsdagur 21. mai 2024
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Marius Múller
Deildarleiðari
215309
marius@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Byggimálsviðgeri til Byggimálsdeildina

Søkt verður eftir starvsfólki til Byggimálsdeildina, at byrja skjótast til ber.

Byggimálsdeildin er ein myndugleikadeild, sum viðgerð og avgreiðir umsóknir um byggiloyvir, útstykkingarloyvir og kommunal matrikkulmál. Harumframt hevur deildin eftirlit við, at bygging fer fram eftir galdandi byggiloyvum.

Á byggimálsdeildini starvast 10 fólk. Deildin er partur av teknisku fyrisitingini, sum heldur til í gamla bankabygninginum í Steinatúni í Havn.

Tínar høvuðsuppgávur verða at arbeiða við byggimálsviðgerð og kemur tú at hava nógv samskifti við hini í fyrisitingini og við borgarar sum venda sær til kommununa.

Talan er um eitt áhugavert starv, har tú kemur at arbeiða saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum og har tú fært góðar møguleikar at hava ávirkan og at menna teg fakliga.


Førleikakrøv

Tú skalt vera byggifrøðingur, byggitøkningur, ella hava aðra líknandi útbúgving og tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir innan byggimálsviðgerð og fyrisiting.

Harumframt skalt tú:

  • duga væl at skriva- og at orða teg á føroyskum
  • duga at arbeiða við ArcGis ella líknandi kortskipan


Persónligir eginleikar

Umráðandi er, at tú ert jaligur og fyrikomandi, dugir væl at leggja arbeiðið til rættis og kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum. Harumframt skalt tú hava lætt við at samskifta við onnur.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett við løn og setanartreytum sambært avvarðandi sáttmála og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ella Fíggjarmálaráðið.


Um tú ynskir at vita meira

Meira fæst at vita um starvið við at venda tær til Marius Müller, deildarleiðara á Byggimálsdeildini, telefon 21 53 09 ella teldupost marius@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn, saman við upplýsingum um útbúgving, CV og møguligum tilvísingum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 21. mai 2024.

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda.