Námsfrøðingur til Dagstovnin Hans Andrias Djurhuus
Vit søkja eftir einum námsfrøðingi til Vøggustovna á 35 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber.
Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk vera sett í fast starv.
Vit vænta, at:
- tú kann virka í góðum samstarvið við foreldur, børn og starvsfólk
- tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið, foreldur og starvsfelagar
- tú er við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
- tú tekur ábyrgd og hevur yvirblit
- tú er sjálvstøðug/-ur og kann takað avgerðir
- tú hevur telduførleikar
- tú tolir at flyta arbeiðsøki innanhýs á stovninum
Stovnurin hevur opið frá 7.30 til 17.00 hvønn dag. Arbeiðstíðirnar eru skemalagdar og skal ein kunna arbeiða eftir teimum.
Vit bjóða
- Heimsins mest umráðandi arbeiðið
- Eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
- Eitt starv har tú fær møguleikan at seta tín dám á arbeiðsdagin
- Eitt starv har eingin dagur er eins
- Ein stovn sum arbeiðir við »Betri Vinir«
Seturnarviðurskiftið
Størvini vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar kommunu í hendi seinasta lagið 1. februar 2023.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Steinbjørn V. Olsen, stovnsleiðara, á telefon 22 30 26.