Starvsfólk til Miðstovnin í Kongagøtu
Vilt tú vera við til at mynda okkara deiliga miðbýarstovn? So hevur tú møguleikan nú, tí á Miðstovninum leita vit beint nú eftir einum starvsfólk til verkstovuna »matarhøllið« til Miðstovnin í Kongagøtu.
Um stovnin
Miðstovnurin hevur vøggustovu í gamla Realskúlanum og barnagarðurin liggur í Kongagøtu.
Miðstovnurin, ið er deildur í verkstovur, og tað vil siga, at starvsfólk eru sett at taka sær av hvør sínum øki, ið børnini kunna ferðast frítt ímillum eftir áhuga.
Vit hava eina barnaáskoðan, ið ber í sær, at vit møta einstaka barninum, har sum barnið er. Fyri okkum hevur barndómurin eitt virði í sjálvum sær, og alt, sum barnið hevur við í felagsskapin, hevur somuleiðis týdning. Umsorgan, spæl/læra, tryggleiki og felagsskapur eru grundarsteinarnir, vit byggja okkara stovnsvirksemið á.
Um starvi
Talan er um 20 tímar um vikuna sum starvsfólk í verkstovuni »køkurin« at byrja 1apríl ella eftir nærri avtalu. Vit eta ikki har sum vit spæla og tískil hava vit ein matsal har børnini eta matpakka millum kl. 11.00 og 12.30. og millummála kl. 14.00 til 15.00.
Tú kemur at hava ábyrgd av at gera klárt til matpakka, dekka borð og rudda av. Eisin kemur tú, at hava ábyrgd av at skipa fyri millummála, keypa inn í mun til viku ætlanina, í samstarvi við leiðaran og sjálvstøðugt. Tú kemur arbeiða í tøttum samstarvi við námsfrøðingar og hjálparfólki á stovninum við at samskipa verkstovuna køkur/matarhøll.
Vit ynskja, at leggja okkum eftir einum heilsu góðum leisti og har tað altíð er okkurt inn til einstaka barni.
Vit vænta at tú
- Fyrikomandi og tímir børn
- Megnar at hava børn við av og á í fyrireikingini
- Góð samstarvs- og samskiftis evnir
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í samstarvi við starvsfólki á staðnum
- Dugur at gera barnavinaligan mat
Setanarviðurskifti
Starvi verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Vilt tú vita meira
Hevur tú spurningar til starvið, greiða vit tær fegin nærri frá og tú ert altíð vælkomin á stovnin til ein »rundtúr« har tú kann fáa eina meir greiða fatan av hvussu vit skipa okkara arbeiði, námsfrøðiliga leist og síggja okkara frálíku hølisumstøður.
Vend tær til Elsu Henrysdóttir av Reyni, stovnsleiðara, á telefon 26 39 14.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsóknin skal, saman við próvi, cv og viðmælum, verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. mars 2023.