Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mikudagur 31. mai 2023
Arbeiðstíð
Eftir avtalu
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Argir
Spurningar til starvið
Beinta Sørensen
Dagstovnaleiðari
219019
beintaso@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Námsfrøðingar og avloysarar til Dagstovnin á Argjum

Ynskir tú eitt námsfrøðiligt arbeiðspláss við hópin av stuttligum og gevandi upplivingum? So er tað nú tú skalt søkja, tí okkara fantastiska arbeiðspláss bíðar eftir júst tær.

Tórshavnar Kommuna søkir, vegna Dagstovnin á Argjum, eftir námsfrøðingum at arbeiða í annaðhvørt vøggustovu og barnagarði. Søkir eingin námsfrøðingur, hava onnur fakfólk og roynd hjálparfólk framíhjárætt.

Námsfrøðingar, sum fáa prógv í summar, eru eisini hjartaliga vælkomnir at søkja.


Vit søkja eftir:

  • Námsfrøðingum at arbeiða í vøggustovu, har tímatal pr. viku verður eftir avtalu
  • Námsfrøðingum at arbeiða í barnagarðsstovu, har tímatal pr. viku verður eftir avtalu
  • Avloysarum, sum kunnu traðka til, tá tørvur er á tí. Talan er um tímalønt arbeiði

Ynskir tú at verða avloysari á Dagstovninum á Argjum, verður tú biðin um at seta teg í samband við stovnin skjótast møguligt á tlf. 21 90 19.


Um stovnin:

Á stovninum eru tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur. Á stovninum ganga 80 børn, og her arbeiða á leið 20 starvsfólk umframt húsavørð og vaskifólk.

Kring stovnin er stórur garður til rørslu og spæl. Afturat hesum er stovnurin umgirdur av fleiri áhugaverdum støðum, sum vit javnan vitja saman við børnunum.

Á dagstovninum á Argjum brenna vit fyri, at hvørt einstakt barn fær eitt dygdargott, mennandi, hugkveikjandi, stuttligt og minnisvert dagstovnalív.


Grundað á hetta ræðfesta vit:

  • Umsorgan, virðing og trivnað
  • Opinleika, tolsemi og sjálvsavgerðarrætt
  • Góðar og tryggar relatiónir
  • Samstarv og felags ábyrgd


Vit bjóða tær:

Ein sera góðan, tryggan og áhugaverdan starvsstað, við hópin av fittum og skilagóðum børnum og upplivingum og stuttleika í barnahædd. Vit brenna fyri, at starvsfólkini hava tað gott, mennast, sleppa at geva sítt íkast og trívast í arbeiðnum. Afturat hesum bjóða vit ein stuttligan og hugaligan starvsfólkahóp, sum altíð eru klár at veita eina hjálpandi hond og ikki minst brenna fyri at hava tað stuttligt saman. Stovnurin hevur mong ár á baki, og virða starvsfólkini góðu mentanina og teir siðir, sum eru mentir hesi árini, til frama fyri børnini og foreldur teirra.


Vit ynskja at tú:

  • Hevur hug og hegni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • Hevur góðar samstarvsførleikar
  • Ert nærverandi í arbeiðnum saman við børnunum
  • Ert ágrýtin, og hevur áhuga og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • Tekur ábyrgd og megnar at varðveita yvirlitið, tá ið á stendur


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skildu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Ynskir tú at vita meira um størvini?

So er at seta teg í samband við Beintu Sørensen, stovnsleiðara, á telefon 21 90 19 ella við at senda ein teldupost á beintaso@torshavn.fo.

Meiri fæst eisini at vita um stovnin á heimasíðuni hjá Dagstovninum á Argjum á

Dagstovnurin á Argjum - Tórshavnar kommuna (torshavn.fo)


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.

Umsóknarfreistin er 31. mai 2023.