Námsfrøðingar til Dagstovnin í Løkjatúni
Vit hava tørv á røskum og nýhugsandi fakfólkum til okkara projekt. Hevur tú hug at verða við? Vit byggja land!
Vit hava tørv á námsfrøðingum / námsfrøðilesandi til okkara námsfrøðiliga toymi. Talan er um fast starv.
Hugsar tú sum vit, at børnini eru tað dýrabarasta vit eiga, og at tað er her vit mugu gera mun og ganga undan. Ja er hetta møguliga rætta starvspláss til tín.
Vit eru sjey námsfrøðingar og tríggir námsfrøðiligir atstøðingar, sum ynskja at arbeiða fakligt og sømuligt. Vit ynskja at menna fakliga støðið og harvið gera mun hjá familjum, børnum og starvsfólkum á okkara stovni.
Vit halda okkum hava funnið ein máta at gera hetta væl, eisini sum tíðirnar eru nú, men vit ynskja at verða fleiri fakfólk til uppgávuna.
Vit vilja tí fegin bjóða inn til eitt prát um okkara arbeiðshátt, og vísa á framtíðarætlan. Eisini kunnu vit umtala hvør leikluturin er hjá tær, í hesi ætlan. Møguliga hevur tú eisini góð hugskot til víðarimenning á okkara stovni.
Kom forbí, ring og spyr ella skriva um tú situr við einum spurningi.
Vælkomin!
Mentanin í Løkjatúni
Á dagstovninum í Løkjatúni hava vit seinastu árini uppliva stórar broytingar, og vit hava arbeitt fyri at styrkt okkara samleika og felagskap. Vit ynskja eitt fakliga ríkt umhvørvi har felagskapurin er altavgerðandi.
Vit arbeiða við at endurnýggja okkara námsætlan, so at hon umboðar okkara nýggja samleika og vit ynskja at teg við í hetta arbeiði.
Eisini arbeiða vit við eini mentorskipan sum námsfrøðingar og námsfrøði lesandi skipa. Hetta fyri at styrkja um námsfrøðina á stovninum.
Vit royna at hugsa nýtt og fegnast vit um jaliga huglagið starvsfólk í millum. Kunning og samskifti er tryggleiki, so hetta leggja vit stóran dent á, og arbeiða fyri einum opnum erligum og virðiligum dialogi við øll foreldur.
Vit royna at ganga nýggjar leiðir fyri at lyfta og styrkja námsfrøðina, og ynskja at gera hetta jaliga og opið. Ert tú nýhugsandi og torir at taka ábyrgd og avgerðir, so kann hetta verða eitt spennandi starv fyri teg, har tú møtir námsfrøðingum sum vilja tað sama sum tú.
Á stovninum eru fýra stovur, tvær vøggustovur við 12-13 børnum og tvær barnagarðstovur við 20 børnum. Starvsfólki arbeiðir tvørturum stovumørk, og eru vit altíð fús at hjálpast at. Hetta ger at øll starvsfólk kenna øll børn og foreldur, og tað ger tað meir heimligt at traðka inn á stovnin.
Okkara styrki er okkara nærumhvøri og okkara stødd og okkara fleksibilitetur. Vit vilja hava tað at eydnast og vit eru saman um uppgávuna. Vit kenna okkum sum ein serligan felagsskap her í grøna umhvørvinum við brúnna á Argjum.
Vit bjóða tær ávirkan á starvið, fyrireiking, eftirmeting, námfrøðiligar fundir og sparring og at enda bjóða vit tær innleiðslu, har tíð er til at seta seg inn í viðurskiftini og fáa røttu kunning við starvsbyrjan. Eisini fær tú upplæring í Forleldraglugganum, sum er tann skipanin sum vit brúka at samskifta við foreldur. Eisini royna vit at lýsa námsfrøðina via okkara instagram vanga.
Vit vænta, at:
- tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum og torir at hugsa nýtt
- tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
- tú ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
- at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá á stendur
- at tú ert fúsur at arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum stovnurin brúkar, m.a tekn til talu
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Talan er um eitt fast starv við starvsbyrjan 1. juni 2023 ella sum skjótast. Arbeiðstíðina semjast vit um. Tú verður settur í starv í fast starv sum avíkavist námsfrøðingur í vøggustovu ella í barnagarði, men vit eru sum sagt fleksibul og eftir tørvi hjálpa til á øðrum stovum. Tú mást tola broytingar í starvinum.
Søkja skikkaðir námsfrøðingar ikki størvini, kunnu hjálparfólk setast.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Spurningar
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til stovnsleiðaran. Sí samskiftis upplýsingar í vinstra bredda.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsóknin skal, saman við próvi, cv og viðmælum, verða Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 31. mai 2023 kl. 12.