Verkætlanarfólk til at orða mentanarpolitikk
Tórshavnar kommuna hevur eitt blómandi mentanarlív og skal nú hava nýggjan mentanarpolitikk, sum kann vera við til at tryggja mentanini og listini í høvuðsstaðarkommununi sunn og góð gróðrarlíkindi.
Søkt verður í hesum sambandi eftir verkætlanarfólki at samskipa hetta arbeiðið.
Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv í tøttum samstarvi við mentamáladeildina og arbeiðsbólk, sum verður settur at orða mentanarpolitikkin, ið mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur umbiðið.
Nýggi mentanarpolitikkurin skal vera framsøkin og fevnandi og byggja á kortlegging av og hoyringar við mentanar- og listalívið og aðrar viðkomandi partar í Tórshavnar kommunu.
Uppgávan
Uppgávan umfatar, men er ikki avmarkað til samskipan av arbeiðstilgongdini, kortlegging av mentanarlívinum í Tórshavnar kommunu (herundir eisini innsavnan og greining av dátum) og samskipan av hoyringum við viðkomandi partar.
Verkætlanarfólkið skal eisini skriva uppskotið til mentanarpolitikkin í samráð við arbeiðsbólkin at leggja fyri mentamálanevndina til støðutakan.
Førleikar
Søkt verður eftir einum persóni við útbúgving innan mentanarpolitikk, stjónnmálafrøði, mentanarmiðlan, journalistikk ella líknandi.
Tú skalt vera framsøkin, hava áhuga fyri mentan og list og vera opin fyri nýggjum og øðrvísi hugskotum og íblástri. Ynskiligt er, at tú hevur innlit í mentanarpolitikk og breiða vitan um mentanarlívið í Tórshavnar kommunu.
Tú skalt duga væl at fasilitera tilgongdir og at samskifta við og hoyra fólk, felagsskapir, politikarar, yrkisbólkar, áhugabólkar o.o.
Tú skalt duga væl at orða teg og at greina og miðla tilfar av alskyns slag.
Góð evni at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og góður førleiki innan vanlig telduforrit eru ein treyt. Tað er ein fyrimunur, um verkætlanarfólkið eisini kann samskifta á enskum.
Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, duga at arbeiða skipað og sjálvstøðugt og duga at halda freistir og tíðarætlanir.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við at orða politikk, leiða verkætlanir ella aðrar viðkomandi royndir innan mentan og/ella politiskt arbeiði.
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv svarandi til 6 mánaðir við møguleika at skipa arbeiðstíðina fleksibult.
Løn og treytir verða sambært avvarðandi sáttmála.
Starvið verður sett sum skjótast.
Umsókn
Umsóknin skal saman við lívsrensli og møguligum viðmælum vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 29. mai 2023. Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Heina Gaard, mentamálaleiðara, ella Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, á telefon 30 20 10