Avloysarastarv sum tannlækni í Barna- og ungdómstannrøktini
Barnatannrøktin í Tórshavnar kommunu søkir eftir avloysara fyri tannlækna í barrnsburðarfarloyvi, fulla tíð frá 14. august 2023.
Í Barna- og ungdómstannrøktini í Tórshavnar kommunu eru gott 6.100 børn og ung í aldrinum 0-18 ár. Í barnatannrøktini starvast 26 starvsfólk. Barnatannrøktin heldur til í Tórsgøtu og hevur eisini tannlæknastovur á skúlunum á Argjahamri, í Kollafirði og á Sandoyar Meginskúla. Tannrættingarviðgerðir fara fram á tannrættingarstovuni á skúlanum við Løgmannabreyt. Arbeitt verður við talgildugu journalskipanini TK2 og røntgenskipanini Digora.
Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan barnatannrøkt, men ikki eitt krav. Vit vænta at tær dámar at arbeiða við børnum og ungum og raðfestur tað fyribyrgjandi arbeiðið høgt.
Setanarviðurskifti
Løn- og setanarviðurskifti sambært sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Tandlægeforeningen.
Fá meira at vita
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Unn Jakobsen, tannlæknastjóra, telefon 30 25 25 ella teldupostur unn@torshavn.fo
Umsókn og freist
Tú søkir starvið við at trýsta á »grøna knøttin« í vinstra bredda.
Umsókn saman cv og prógvum skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. mai 2023.