Námfrøðingar til Dagstovnin í Øksnagerði
Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir námsfrøðingum at byrja í august 2023, ella eftir nærri avtalu. Talan er um 30 til 40 tímar um vikuna, og á øllum stovum. Um eingin námsfrøðingur verður settur, verður hjálparfólk og fólk við aðrari útbúgving sett í starvið, so allar umsóknir eru kærkomnar.
Um stovnin
Í Dagstovninum í Øksnagerði er ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og ein serstova, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan tað sosiala og samskifti. Eisini hoyrir Frítíðartilboðið í Hornabø til , sum er frítíðarskúli fyri tey børn, ið ganga á skúlanum við Trøðna. Í løtuni ganga 60 børn á stovninum, og starvsfólkatoymið telur uml. 25 starvsfólk.
Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymiskleikanum. Vit leggja dent á góðar relatiónir millum børn og vaksin og børn og børn. Vit ganga út frá at tryggleiki og umsorgan eru grundarsteinarnir fyri at skapa bestu menningarfortreytirnar fyri tað einstaka barnið.
Vit hava ein opnan stovn, har vit hjálpa hvørjum øðrum, deila vitan og hava nógv felags virksemi uppá tvørs av stovunum. Vit arbeiða eftir eini námsætlan, sum tryggjar, at vit stuðla børnunum í teirra fjøltáttaðu menning.
Vit vænta, at tú:
- ert blíð/-ur og fyrikomandi
- ert rólig/ur og tolin
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum relatiónum við børn, starvsfelagar og foreldur
- hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- dugir at grunda yvir egið arbeiði
- ert ágrýtin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri tað einstaka barnið
- megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at hava yvirlit, tá á stendur
Vit kunnu bjóða:
- eitt fakligt mennandi starv á einum góðum dagstovni
- tíð til annað arbeiði, stovufundir, námsfrøðisfundir, hjálparfólkafundir, skeið o.a.
- góðar og væl skipaðar karmar
- gott samstarv ímillum stovur
- dugnaligar, royndar og rúmligar starvsfelagar
- gott arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Søkir eingin námsfrøðingur starvið, kann hjálparfólk setast ístaðin. Møguleiki er eisini fyri at seta ein ergoterapeut, fyrsioterapeut ella líknandi.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Tórunn Dánjalsdóttir, dagstovnaleiðara, á telefon 28 53 25 ella torunnd@torshavn.fo.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og senda okkum tína umsókn saman við lívsrensli, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari í seinasta lagi mikudagin 31. mai 2023.