Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 4. juni 2023
Arbeiðstíð
25-30 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Spurningar til starvið
Aimi H. Jensen
Stovnsleiðari
302379
aimihj@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan í Hoyvík

Trívist tú í einum lærandi og mennandi mentan, har leiðsla og starvsfólk taka væl móti kreativum hugskotum og eggja hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennir fyri og dugur best?

Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir á fakligheit og álit?

Frítíðarskúlin er í náttúru góðum umhvørvi. Í grannalagnum er ein tjørn, sum vit brúka nógv. Úti er gott pláss, og í garðinum er millum annað ein stór fløta, fótbóltsvøllur og ymiskt annað. Her fáa børnini rørt seg nógv kropsliga og stimbrað sínar sansir.

Frítíðarskúlin hevur pláss til í mesta lagi 96 børn í 1. og 2. flokki, meðan frítíðartilboðið fyri 3. flokk er fyri øll børn í 3. flokki í Hoyvíkar skúla. Fleiri av starvsfólkunum á stovninum hava drúgvar námsfrøðiligar royndir.

Tórshavnar kommuna hevur tørv á námsfrøðingum til frítíðarskúlan í Hoyvík at byrja 14. august og arbeiða 25-30 tímar um vikuna við møguleika fyri 40 tímum vikuliga – um man eisini arbeiðir í KLUBB 188. Námsfrøðilesandi ið verða liðug í summar, eru vælkomin at søkja.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, so kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Í stóran mun eru arbeiðstíðirnar í tíðarskeiðnum millum kl. 11-17.

Arbeiðstíðirnar í KLUBB 188 eru um kvøldið.


Vit ynskja umsøkjarar:

  • sum hava virðing og vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum
  • sum eru initiativrík og jalig
  • sum hava góð samstarvsevnir, sjálvstøðugir og álítandi
  • sum hava hug at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag hjá børnunum
  • sum síggja møguleikar, heldur enn forðingar


Setanarviðurskifti

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Aimi H. Jensen, stovnsleiðara, á telefon 27 04 87 ella aimihj@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 4. juni 2023.