Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mikudagur 31. mai 2023
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 1,0
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið
Lurta

Sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktari til demensdeildina Handarastovu á Lágargarði

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í tríggjar eindir - Heilsuhúsið og tvær búeindir. Heilsu- og umsorganartænastan veitir tilboð og tænastur til borgarar í Tórshavnar kommunu eftir lógini um  heimatænastu og eldrarøkt.

Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova,  har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

Á Handarastova búgva 16 fólk, sum hava sjúkuna demens. Dentur verður lagdur á, at húsfólkini fáa eina fakliga og dygdagóða røkt, trívast og hava ein innihaldsríkan gerandisdag í tryggum kørmum. Vit stremba eftir, at skapa eitt demensvinarligt umhvørvið, har dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd og persónscentreraða røkt. Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan, at skipa fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansir og rørslu hjá húsfólkunum, sum hava demenssjúku. Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarir og heilsuhjálparar umframt hjálparfólk.


Søkt verður eftir:

  • einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskiftið, møguleiki er fyri at fáa lægri brøk, og aðra avtalu um arbeiðstíðina
  • einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskiftið, møguleiki er fyri at fáa lægri brøk, og aðra avtalu um arbeiðstíðina


Vit ynskja okkum at umsøkjarir hava:

  • prógv og góðkenning sum ávíkavist sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari
  • áhuga og royndir at arbeiða við fólki sum hava sjúkuna demens
  • áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan, rehabilitering og royndir innan eldraøkið
  • evnir at miðla vitan til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • hug at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss
  • góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt


Vit bjóða tær:

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • góða innleiðslu, og frálæru í demens við starvsbyrjan, við møguleika fyri víðari fakligari menning
  • eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at seta tín dám á yrkisligu menningina á Handarastovu og í Heilsu- og umsorganartænastuni sum heild


setanarviðurskifti

Størvini vera lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvsbyrjan er 1. juli 2023 ella skjótast til ber.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Maju Warberg, deildarleiðara á Handarastovu, telefon 26 55 75, ella við telduposti til maja@torshavn.fo


Umsókn og freist

Tú søkir starvið við at trýsta á »grøna knøttin« í vinstra bredda.

Umsókn saman cv og prógvum skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 31. mai 2023.