Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
fríggjadagur 2. juni 2023
Arbeiðstíð
30 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Árnmar Mellemgaard
Dagstovnaleiðari
arnmarm@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Námsfrøðingur til Býlingshúsið á Ternuryggi

Hevur tú hug at gerast partur av einum góðum starvsfólkahópi, har vit saman skapa ein tryggan og mennandi dag fyri børn okkara? Vit á Ternuryggi søkja eftir námsfrøðingi til stovnin, ið telur 14 starvsfólk og 50 børn.

Vit sóknast eftir einum námsfrøðingi at arbeiða í vøggustovu 30 tímar um vikuna. Vit ynskja at tú byrjar skjótast møguligt ella eftir avtalu.

Søkir ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast.


Soleiðis arbeiða vit

Vit leggja dent á at børn okkara verða sædd, hoyrd og fáa mennandi avbjóðingar. Vit arbeiða fyri einum góðum foreldrasamstarvi, og síggja hettar sum ein týðandi part av tryggleikanum og menningini hjá barninum. Hartil leggja vit dent á fakliga menning, eitt stuttligt og hugnaligt arbeiðsumhvørvi, sum við virðing hvør fyri øðrum rúmar ymisleika.


Hvørju eru vit

Vit eru ein starvsfólkahópur, sum á hvør sín serliga hátt eru ágrýtin, dugnalig og fakliga væl fyri. Vit eru til staðar, áhugað í bæði tær og okkara børnum. Vit kjakast, kveikja og stuðla hvørjum øðrum. Tú fært røttu upplæring við starvsbyrjan, har vit eisini syrgja fyri tínum trivnaði á okkara stovni.


Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsóknin skal, saman við prógvum, cv og møguligum viðmælum vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 2. juni 2023.


Vilt tú vita meira

Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Árnmar Mellemgaard, leiðara, á telefon 51 32 69.