Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
hósdagur 8. juni 2023
Arbeiðstíð
Eftir avtalu
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Steinbjørn Olsen
Dagstovnaleiðari
223026
steinbjorno@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Starvsfólk til Dagtovnin Hans Andrias Djurhuus

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin Hans Andrias Djurhuus eftir námsfrøðingum at byrja 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu.

Um eingin námsfrøðingur verður settur, verður hjálparfólk og/ella fólk við aðrari útbúgving sett í starvið, so allar umsóknir eru vælkomnar.


Um Dagstovnin Hans Andrias Djurhuus

Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus er ein samskipaður dagstovnur við vøggustovu, barnagarði og serstovu til børn við imunverjusjúkum. Í dag eru 68 børn innskrivaði á stovnin.

Stovnurin lat upp í 2004, og í løtuni verður stovnurin ný- og útbygdur við 2 stovum, sum eftir ætlan verða klárar at taka í nýtslu í septembur í ár. Tá kemur stovnurin eftir ætlan at hava pláss fyri 90 børnum, í 3 vøggustovum, 3 barnagarðsstovum - umframt serstovuna.

Vegna hækkan av barnatali, og víðkan av stovninum, hava vit tørv á 10 starvsfólkum, ið:

  • ynskja at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkunum.
  • hava gott yvirlit og megnar at skipa dagin á stovuni
  • samskiftir týðiligt og hevur góð evnir at samstarva
  • er opin fyri nýhugsan
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka avgerðir
  • er nærverandi
  • dugir at síggja møguleikar fram um mørk
  • virkar fyri einum góðum samstarvið við foreldur, starvsfelagar og leiðslu

Tey, ið sett verða, skulu kunna starvast við øllum børnum á stovninum, og um stovnurin hevur tørv á tí, má starvsfólkið kunna flyta ímillum stovurnar ella flyta stovu. Eisini hoyrir fjøltátta praktiskt arbeiði við til starvið.


Vit kunnu bjóða:

  • áhugavert og avbjóðandi starv
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan á títt starv, og samstundis menna teg sjálvan
  • eitt starv har ikki ein dagur er eins
  • arbeiðstíð í tíðarskeiðnum millum kl. 7.30-17.00
  • eitt starv har »tíð til annað arbeiði« verður raðfest


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Verða námsfrøðingar ikki settir, kunnu hjálparfólk setast ístaðin. Møguleiki er eisini fyri at seta ein ergoterapeut, fysioterapeut ella starvsfólk við líknandi útbúgving.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Eitt starv er at seta skjótast gjørligt, meðan eitt starv hevur starvsbyrjan 7. august 2023. 8 størv hava starvsbyrjan 1. september 2023. Tey, ið sett verða í starv, hava møguleika at avgera hvussu nógvar tímar tey ynskja at arbeiða um vikuna.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 7. juni 2023.

Um tú hevur spurningar til størvini kanst tú seta teg í samband við Steinbjørn V. Olsen, stovnsleiðara, á telefon 22 30 26 ella teldupost dag-land@torshavn.fo – ella støkk inná gólvi hjá okkum.