Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
hósdagur 15. juni 2023
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 1,0
Setanarslag
Fast starv Søk starvið
Lurta

Føðsluatstøðingur til køkin á Ellisheiminum

“Sansir vekja minnir og gera máltíðirnar til stjørnuløtur ”

Køkurin á Ellisheiminum søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum føðsluatstøðingi, ella líknandi kostfakliga útbúgving til setan 1. septembur 2023  ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt starv á setanarbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu.  Arbeiðstíðin er frá kl. 07.00 – 15.00 og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. Í køkinum á Ellisheiminum starvast trý starvsfólk dagliga, og tvey starvsfólk í vikuskiftinum.

Sum kostfakligt starvsfólk hjá okkum, fært tú ein fakligan og mennadi gerandisdag, og tú fært ávirkan á menningina av tænastum hjá køkinum. Tú verður eisini upplærd/ur á staðnum og sleppur at arbeiða í einum arbeiðsumhvørvi, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Ellisheimið er 86 ára gamalt røktarheim í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 25 búfólk, og umleið 35 starvsfólk sum hava sítt yrki har.  Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri húsfolkið. Vit arbeiða viðurkennandi, og saman við húsfólkunum og avvarðandi at skapa eitt umhvørvið har allir partar trívast og mennast.


Førleikakrøv:

•    Tú hevur prógv sum føðsluatstøðingur, kokkur ella eina líknandi kostfakliga útbúgving. 
• Tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir úr køki og dugir at takað við ábyrgd, ert tænastusinnað/ur, og hevur góð tvørfaklig samstarvsevni.
• Tú ert ágrýtin í gerandisdegnum, dugir at leggja arbeiði til rættis, seta í gongd og at gjøgnumføra.
• Tú ert fleksibul, og trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum, og tolir broytingar.
• Tær dámar at gera mat til eldri, at hugna um, og brúka títt hondverk at hjúkla um okkara búfólk og at verja um tað føroysku matmentanina.
• Tú kemur at arbeiða útfrá teimum galdandi norðurlendsku føðslutilmælunum (NNR).
• Tú sært tað sum eina dygd, at brúka frískar rávørur, í staðin fyri hálv- ella heilvirkað, og tú ert tilvitað/ur um at avmarka matoysl.
• Tú hevur fokus á reinføri í køkinum
• Tú hevur góðan førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga, og hevur KT-førleika á brúkarastøði.


Uppgávur:

Uppgávurnar í køkinum eru vørumóttøka, fyrireiking, matframleiðsla av køldum og heitum mati, smyrjibreyð, gera serkost, dessertir,  baking, upprudding, uppvask og reingerð.

Saman við køksleiðaranum fært tú ábyrgd av dagligu matframleiðsluni. Har tú kemur at hava ein týðandi leiklut í stýring av vørugoymslu, bílegging av vøru, at tryggja innaneftirlit, leggja matarætlan til rættis og at býta út arbeiðsuppgávurnar í køkinum.


Vit bjóða:

•    Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
• Virknar og dugnaligar starvsfelagar
• Ávirkan á menningina av tænastunum hjá køkinum
• Upplæring á staðnum
• Eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúm fyri nýhugsan og nýskapan


Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráði og Kost og Føðslufelag Føroya ella avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Camillu Holmegaard Hansen, deildarleiðara fyri køkarnir í H&U, telefon 223782 ella á teldupost camillab@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.

Umsóknarfreistin er 15. juni 2023.