Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mikudagur 1. mai 2024
Arbeiðstíð
19 tímar um vikuna
Setanarslag
Tímalønt starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið
Lurta

Starvsfólk til vaskaríið á Boðanesheiminum

Vit søkja eftir einum tímaløntum starvsfólki á 19 tímar um vikuna. Arbeitt verður 6-8 tímar dagliga, millum klokkan 7 og 17.

Boðanesheimið er 10 ára gamalt, liggur Yviri við Strond, og her búgva 64 húsfólk. Búeindirnar eru Strandarlon og Traðarlon, sum eru røktardeildir, og Boðalon sum er demensdeild.

Á vaskarínum vaska vit øll klæðini hjá bæði búfólkum og starvsfólkum.


Førleikakrøv

  • Góð evni at samstarva, jalig/-ur og fyrikomandi
  • Er álítandi og ábyrgarfull/-ur
  • Er røkin og arbeiðssamur
  • Royndir innan vaskaríið er ikki eitt krav men ein fyrimunur


Vit bjóða tær:

  • innleiðslu í starvið
  • sjálvstøðugt arbeiði, har tú kann seta tín egna dám á
  • góðar umstøður, góðar karmar og fjølbroyttar avbjóðingar
  • møguleika at verða  ein partur av eini framhaldandi menning av tænastum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett 1. juni 2024 eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Barbaru Eystberg Sørensen, deildarleiðara, á telefon 26 22 79 ella við telduposti til barbaraes@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.

Umsóknarfreistin er mikudagin 1. mai 2024.