Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
týsdagur 30. apríl 2024
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 0,80
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Jóhanna Við Streym
Eindarleiðari
793110
johannav@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Sjúkrarøktarfrøðingur til Eldrasambýlið oman Hoydalar

Er tú tann vit sóknast eftir?

Er eldraøkið tað, tú brennur fyri, so er tað møguliga tær, vit sóknast eftir.

Starvið sum sjúkrarøktarfrøðingur í Sambýlinum oman Hoydalar er leyst at søkja. Starvsbyrjanin er 1. mai 2024 ella eftir avtalu.


Eldrasambýlið oman Hoydalar

Á eldrasambýlinum oman Hoydalar húsast 9 fólk. Á heiminum starvast sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.


Starvið

Talan er um eitt áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum og fjølbroyttum uppgávum. Tú ert virkin partur av røktini og dagligdegnum á sambýlunum, tó við fokus á sjúkrarøktarfakligar uppgávur.


Vit ynskja okkum ein sjúkrarøktarfrøðing, sum hevur:

  • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði
  • vitan og royndir innan eldraøkið
  • góð samskiftis- og samstarvsevni, bæði tá tað ræður um starvsfelagar, húsfólk, avvarðandi og samstarvspartar
  • tolni og ert rúmandi og rólig/-ur av lyndi


Vit bjóða:

  • felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á innihaldið í tilboðum


Løn- og setanartreytir

Talan er um eitt starv í starvsbrøki 0,8 ella eftir avtalu, sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Starvið verður sett í dag og kvøldvaktum og 3. hvørt vikuskifti.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Margit M. Baadsager, deildarleiðara, telefon 22 60 48, teldupost margitb@torshavn.fo ella til Jóhannu við Streym, eindarleiðara, á telefon 27 86 83, teldupost johannav@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndum.

Umsóknarfreistin er 30. apríl 2024.