Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
fríggjadagur 3. mai 2024
Arbeiðstíð
30-40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Una Jacobsen
Dagstovnaleiðari
217318
unaj@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Námsfrøðingar til Dagstovnin í Hoyvík

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða 30-40 tímar um vikuna.

Vilt tú arbeiða við námsfrøði, so er møguleikin í Dagstovninum í Hoyvík.

Í Dagstovninum í Hoyvík arbeiða 23 starvsfólk, harav helvtin hevur arbeitt átta til 25 ár á stovninum. Ein góður samansettur starvsfólkahópur, sum trívist og hevur ávirkan á gerandisdagin.


Vit vænta, at:

  • tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • tú ert ágrýtin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið


Vit bjóða:

  • fakligar og persónligar avbjóðingar
  • tíð til annað arbeiði
  • pedagogfundir
  • gott arbeiðsumhvørvi
  • gott samanhald
  • støðugan starvsfólkabólk við drúgvum royndum


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvsbyrjan er skjótast til ber ella í august.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Upplýsingar

Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Unu Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 21 73 18.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli (C.V.) og møguligum viðmælum, skulu vera Tórshavnar kommunu í seinasta lagi fríggjadagin 3. mai 2024. Samrøður verða so hvørt sum umsóknir koma inn.