Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mikudagur 1. mai 2024
Arbeiðstíð
Starvsbrøkir 1,0 og 0,8
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið
Lurta

Sjúkrarøktarfrøðingar til Traðarlon á Boðanesheiminum

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru borgarar, so er tað tær, vit leita eftir til Traðarlon á Boðanesheiminum. Boðanesheimið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Boðanesheimið lat upp í 2012 og hevur pláss fyri 64 búfólkum. Traðarlon er ein røktardeild, og her búgva 24 búfólk við ymiskum førleikum og tørvi á hjálp. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á Traðarlon stremba vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, so búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.


Søkt verður eftir:

  • einum sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á 1,0 brøk ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og fjórða hvørt vikuskifti
  • einum sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á 0,8 brøk ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og fjórða hvørt vikuskifti


Førleikakrøv

  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Áhugi at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan, rehabilitering, geriatri og palliatión
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Hug og evni at arbeiða og samstarva tvøryrkisliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss
  • Góðan telduførleika


Vit bjóða tær:

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á yrkisligu menningina á deildini og í Heilsu- og umsorganartænastuni
  • eitt spennandi arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum innan geriatri og palliatión
  • møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni
  • at vera við til at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina á deildini.
  • innleiðsluskeið við kliniskum dygdarmennarum
  • flytiskeið við fysio- og ergoterapeutum


Meira fæst at vita

Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Elisabeth Restorff Hansen, deildarleiðara, á telefon 22 14 37 ella á teldupost elisabethrh@torshavn.fo


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett frá 1. juni 2024 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.


Umsókn

Prógv, autorisatión og upplýsingar um útbúgving og møguligar royndir og lívsrensl skulu sendast saman við umsóknini.

Tú søkir størvini við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.

Umsóknarfeistin er 1. mai 2024.