Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mikudagur 1. mai 2024
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 1,0
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið
Lurta

Heilsuhjálpari til Traðarlon á Boðanesheiminum

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og aldrandi borgaran, so er tað tær, sum vit leita eftir til Traðarlon á Boðanesheiminum, ið er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni.

Boðanesheimið lat upp í 2012, og hevur rúm fyri 64 fólkum. Á Traðarlon búgva 24 búfólk við ymiskum førleikum og tørvi á hjálp. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á Traðarlon stremba vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.


Søkt verður eftir:

  • einum heilsuhjálpara í fast starv á starvsbrøk 1,0 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti


Førleikar

  • Prógv sum heilsuhjálpari
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og geriatri
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Hug og evni at arbeiða og samstarva tvørfakligt og vera partur av einum lærandi arbeiðsplássi
  • Góðan telduførleika


Vit bjóða tær:

  • ein yrkisliga spennandi gerandisdag
  • møguleika at menna seg fakliga
  • ávirkan á yrkisligu menningina á deildini
  • eitt spennandi arbeiðspláss og fjølbroyttar avbjóðingar.
  • møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi at menna tænasturnar á deildini
  • innleiðsluskeið við kliniskum dygdarmennarum
  • flytiskeið við fysio- og ergoterapeutum


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Restorff Hansen, deildarleiðara, á telefon 22 14 37 ella á teldupost elisabethrh@torshavn.fo


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett frá 1. juni 2024 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelag Føroya.


Umsókn

Prógv og upplýsingar um útbúgving og møguligar royndir og lívsrensl, skulu sendast við umsóknini.

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.

Umsóknarfeistin er 1. mai 2024.