Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
fríggjadagur 10. mai 2024
Arbeiðstíð
full tíð
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið
Lurta

Fíggjarleiðari

Ert tú ein royndur og fakliga sterkur leiðari, sum leggur dent á strategi og leiðslu? Hevur tú hægri útbúgving innan búskap og dugir tú væl nýta talgild amboð til fíggjarstýring og miðling? So ert tú sannlíkt rætti persónurin til starvið sum fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu.


Um starvið

Vit kunnu bjóða tær eitt gott og spennandi starv við fakligum avbjóðingum og menning.

Sum fíggjarleiðari ert tú lyklapersónurin, sum tryggjar at fíggjarliga grundarlagið fyri strategiskum avgerðum hjá stjórnini er væl lýst, og at búskaparligar avgerðir í politisku skipanini kunnu takast á haldgóðum grundarlagi.

Fíggjarleiðarin hevur yvirskipaðu fakligu og starvsfólkaligu ábyrgdina av Fíggjardeildini. Fíggjarleiðarin hevur ábyrgd av fíggjarligum ráðleggingum og greiningum, rættaðar ímóti avgerðum hjá stjórn, leiðslu og politisku skipanini.

Fíggjarleiðarin vísur til fyrisitingarstjóran og er partur av leiðslutoyminum í miðfyrisitingini saman við leiðaranum á Starvsfólkadeildini, Snarskivuni og KT-deildini.


Um deildina

Fíggjardeildin er ein fakliga sterk deild við einum góðum virkisanda. Á deildini starvast 12 starvsfólk. Deildin er snúningsdepil fyri fíggjarliga virksemið í Tórshavnar kommunu og heldur til í Steinatúni.

Tvey meginøki eru á fíggjardeildini, tað fíggjarliga og tað roknskaparliga. Uppgávurnar á Fíggjardeildini eru m.a.:

  • Ráðgeva kommunalu leiðsluni
  • Búskaparligar greiningar í kommununi
  • Fíggjarætlan
  • Mánaðarroknskapur, ársroknskapur, ársroknskaparuppgerðir
  • At føra bókhald og gera roknskap fyri allar deildir og stovnar í kommununi
  • Avgreiða innkrevjingar fyri veitingar


Førleikakrøv

Tú hevur hægri útbúgving innan búskap og fíggjarstýring og hevur viðkomandi royndir innan búskap og leiðslu. Tú er framsíggin og dugir at leiða, menna og skapa trivna. Tú dugir at samstarva við starvsfólk, aðrar deildir, stjórn og politisku skipanina.

Tú hevur góðan førleika at nýta talgild amboð og data til fíggjarstýring, umframt at miðla taltilfar til ymiskar brúkarabólkar.

Tú dugur væl at samskifta og málbera teg á føroyskum, donskum og enskum.


Setanartreytir

Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært í 37. flokki í lønarstiganum hjá tænastumannafelagnum. Setanartreytir annars eru sambært avvarðandi fakfelag.


Umsókn og samband

Tørvar tær fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Eyðnu Justinussen, fyrisitingarstjóra, á telefon 21 95 75 ella senda eitt teldubræv til eydnaj@torshavn.fo

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og senda okkum tína umsókn saman við lívsrensli, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 10. mai 2024.