Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 6. mai 2024
Arbeiðstíð
35 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Tórunn Dánjalsdóttir
Deildarleiðari
284464
torunnd@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Dagstovnurin í Øksnagerði

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir námfrøðingum til barnagarðin og serstovuna Bólið at byrja í august 2024 ella eftir nærri avtalu. Eisini søkja vit eftir tímaløntum starvsfólki til vøggustovuna á 35 tímar um vikuna at byrja sum skjótast.


Um stovnin

Í Dagstovninum í Øksnagerði er ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og ein serstova, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan autismuspektrið. Frítíðarskúlin í Hornabø er eisini ein partur av stovninum, har ganga tey børn, ið hoyra til Skúlan á Trøðni. Í løtuni eru 61 børn á stovninum tilsamans, og starvsfólkatoymið telur uml. 25 starvsfólk.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymiskleikanum.

Vit leggja dent á, at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar, har tryggleiki og umsorgan eru.

grundarsteinarnir fyri at skapa bestu menningarfortreytir fyri tað einstaka barnið í gerandisdegnum.

Vit hava ein opnan stovn, har børnini kunnu ferðast frá stovu til stovu at vitja hvønn annan. Á hendan hátt verða góðar relatiónir skaptar.

Stovnurin nýtir tekn til talu, Karlstad, pictogrammir og boardmaker, so um viðkomandi er áhugaður í hesum, kann man verða settur inn í tað.


Vit vænta, at tú:

  • ert blíð/-ur og fyrikomandi
  • ert rólig/-ur og tolin
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum relatiónum við børn, starvsfelagar og foreldur
  • hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • dugir at grunda yvir egið arbeiði
  • ert ágrýtin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • dugir væl at samskifta við børnini
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd og taka avgerðir, samstundis sum tú megnar at hava yvirlit, tá á stendur


Vit kunnu bjóða:

  • eitt fakligt mennandi starv á einum góðum dagstovni
  • góðar og væl skipaðar karmar
  • gott samstarv við hini á stovninum
  • góðar og rúmligar starvsfelagar
  • gott arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa á øðrum stovum, og má tola broytingar.

Fólk við øðrum útbúgvinum, og hjálparfólk eru eisini vælkomin at søkja.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Tórunn Dánjalsdóttir, dagstovnaleiðara, á telefon 28 53 25 og mail torunnd@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. mai 2024.