Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 20. mai 2024
Arbeiðstíð
27 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Allan Mortensen
Stovnsleiðari
210045
allanm@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Námsfrøðingar og Hjálparfólk til Smílibýlið

Smílibýlið søkir eftir námsfrøðingi til serstovuna at arbeiða 27 tímar um vikuna.

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starv. Starvið verður sett 1. juni 2024 ella skjótast til ber.

Tónleikur, sjónleikur, felagsskapur, kreativitetur, verkstaður, ítrottur, útilív, talv, søgur, spæl, nærvera, fjøran, drekar, bál, gummibátar, snorkling. Hvat kundi tú hugsa tær at gjørt í tínum dagliga arbeiði?

Smílibýlið er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokki, og serstovuna í Eysturskúlanum, ið er fyri børn við socio-emonitionellum avvbjóðingum. Høvuðsendamálið hjá okkum, er at geva øllum børnunum møguleika til, at hava eitt innihaldsríkt, mennandi og spennandi frítíðarlív, í einum góðum og sunnum felagsskapi.


Vit vænta:

  • at tú ert nærverandi
  • at tú tekur ábyrgd
  • at tú ert jalig/-ur
  • at tú ert aktiv/-ur saman við børnunum
  • at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • at tú megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar

Hevur tú hug til eitt arbeiði, har tú hevur góðan møguleika fyri at hava ávirkan á tín dagligdag, og tíð til at fyrireika teg?

Vit koma at mangla tvey, møguliga 3 fólk. So hevur tú áhuga at arbeiða í einum 1.- ella 2. flokki? Ella í einari serstovu? So er at søkja.

Serstovan heldur til í Smílibýlinum, saman við 2. flokki, og komandi 1. flokkur kemur at halda til í Garðalon í Eysturskúlanum, sum vit hava eitt gott samstarv við.


Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við prógvum og lívsrensli skal stílast til Tórshavnar kommunu og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. mai 2024.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Allan Mortensen, stovnsleiðara, telefon 21 00 45 og við at skriva til allanm@torshavn.fo