Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 20. mai 2024
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 0,8
Setanarslag
Tíðaravmarkað starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið
Lurta

Køksstarvsfólk til køkin á Ellisheiminum

»Sansir vekja minnir og gera máltíðirnar til stjørnuløtur«.

Køkurin á Ellisheiminum søkir eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum køksstarvsfólki til tíðaravmarkað starv frá 1. august 2024 til 31. juli 2025, ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt starv á setanarbrøki 0,80 svarandi til 32 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er frá kl. 8 til 15 og arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.

Í køkinum á Ellisheiminum starvast trý starvsfólk dagliga, og tvey starvsfólk í vikuskiftinum.

Ellisheimið er eitt 89 ára gamalt røktarheim í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 25 búfólk og umleið 35 starvsfólk, sum hava sítt yrki har. Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri húsfolkið. Vit arbeiða viðurkennandi, og saman við húsfólkunum og avvarðandi, at skapa eitt umhvørvið har allir partar trívast og mennast.


Arbeiðsuppgávur

Matframleiðsla av heitum mati, gera nátturða, breyð og smáir heitir rættir, smyrjibreyð, dessertir, baking av breyði og køkum. Innaneftirlit, upprudding, uppvask og reingerð.

Fyri at fáa máltíðirnar til stjørnuløtur í gerandisdegnum hjá búfólkunum, kemur tú at arbeiða tvørfakligt saman við teimum ymiskum fakbólkunum á Ellisheimið.


Fakligir og persónligir førleikar / eginleikar

  • Tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir frá køki
  • Tú brennur fyri at gera matin frá grundini og fjálga um búfólkini, og ert áhugað/-ur í at varðveita ta føroysku matmentanina
  • Tú skalt duga at síggja dygdina í at nýta frískar rávørur og megna at minka um matspill
  • Tú ert tolin og rúmlig/-ur, og hevur góð samskiftisevnir
  • Tú ert góð/ur til at geva títt íkast, kemur við hugskotum, skipar fyri og ert virkin saman við tínum starvsfelaga í køkinum
  • Tú ert tænastusinnað/-ur og áhugað/-ur í at samstarva við røktarstarvsfólkini um tær ymisku máltíðirnar
  • Tú ert røkin, og hevur reinføri í miðdepilinum í køkinum
  • Tú hevur KT-førleika á brúkarastøði, t.d. Word


Vit bjóða:

  • ein fakligan, spennandi og mennandi gerandisdag
  • ávirkan á menningina í køkinum
  • upplæring á staðnum
  • eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Camillu Holmegaard Hansen, deildarleiðara fyri køkarnar í H&U, telefon 22 37 82 ella á teldupost camillab@torshavn.fo


Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og  Havnar Arbeiðskvinnufelag ella avvarðandi yrkisfelag.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.

Umsóknarfreistin er 20. mai 2024.