Avloysarar til eldraøkið
Leitar tú eftir einum spennandi og avbjóðandi arbeiði, har tú gert mun í lívinum hjá øðrum, samstundis sum tú fært góðar og virðismiklar arbeiðsroyndir? Okkum tørvar avloysarar til eldraøkið í Tórshavnar kommunu. Talan er um avloysarastørv í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni.
Um starvið
Á heilsu og umsorganarøkinum verður til dagligt arbeitt við at stuðla undir lívsgóðskuni og samleikanum hjá eldri búfólkum, soleiðis tey fáa ein ein tryggan og innihaldsríkan gerandisdag. Dentur verður lagdur á at hava eitt viðurkennandi og samstarvssinnað umhvørvi, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi kunnu trívast og mennast.
Orsøkir at arbeiða innan eldraøkið:
- Tú gert mun í gerandisdegnum hjá teimum eldri
- Tú kemur at arbeiða við dugnaligum starvsfólkum, sum ynskja at læra frá sær
- Tú styrkir tínar samskiftisførleikar, ið tú kann hava gagn av í øllum lívsins viðurskiftum
- Ongin dagur er eins. Hetta ger arbeiði spennandi og avbjóðandi
- Tú fær eitt meiningsfult arbeiði, har tú dagliga arbeiðir við at stuðla menniskjum
- Skiftandi arbeiðstíðir, sum geva tær møguleika at lesa við síðuna av ella ganga til frítíðarítriv
- Tú lærir av teimum eldri, ið hava livað eitt langt og innihaldsríkt lív
- Tú mennir persónligar eginleikar, so sum empati, tolsemi og at loysa trupulleikar
- Arbeiðsroyndirnar kunnu geva tær íblástur at velja útbúgvingarleið innan heilsu og sjúkrarøkt
- Royndir at arbeiða við menniskjum eru góðar at hava, uttan mun til hvørja yrkisleið tú velur
Førleikar og væntanir
Vit ynskja starvsfólk, sum hava:
- áhuga at arbeiða við eldri borgarum
- eru fyrikomandi, álítandi og tolin
- megna at arbeiða sjálvstøðugt
- ágrýtin eftir at læra og jaligan hugburð
- hava góð samstarvs- og samskiftisevni
- megna taka ábyrgd og varðveita yvirlitið, tá ið á stendur
- ynskja at virka fyri einum góðum samstarvið við starvsfólk og avvarðandi
- hava hug at vera við í arbeiðinum at skapa ein innihaldsríkan og tryggan dag fyri búfólkunum
Setanar- og lønarviðurskiftir
Tú verður tímalønt/-ur sambært einum av hesum sáttmálunum, sum Kommunala arbeiðsgevarafelagið / Fíggjarmálaráðið hava við: Felagið føroyskir sjúkrarøktafrøðingar fyri sjúkrarøktafrøðingar og sjúkrarøktafrøðilesandi, Heilsurøktarafelagið fyri heilsurøktarar og Heilsuhjálparfelagið fyri heilsuhjálparar.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.
Hvønn kann eg venda mær til við spurningum?
Heilsu- og umsorganarfyrisitingin Tel. 30 20 00
Teldupost: heilsuhusid@torshavn.fo
