Avloysarar til dagstovnaøkið
Leitar tú eftir einum spennandi og avbjóðandi arbeiði, har tú gert mun í lívinum hjá øðrum, samstundis sum tú fært góðar og virðismiklar arbeiðsroyndir. So skalt tú umhugsa at søkja starv á barna- og ungdómsøkinum.
Um størvini
Í dagliga arbeiðinum á barna- og ungdómsøkinum hevur tað týdning, at stovnurin er eitt mennandi stað, har børnini trívast og skapa góðar løtur saman við bæði børnum og vaksnum í gerandisdegnum. Relatiónsarbeiði er berandi í øllum okkara virksemi, sum samstundis skapar grundarlag undir trivna og menning hjá hvørjum einstaka barni.
Vit leggja dent á:
- góðar og tryggar relatiónir
- tey vaksnu eru kveikjandi og virkin saman við børnunum
- gott samstarv við starvsfólk og foreldur
- trivnað og menning hjá børnum og starvsfólkum
Førleikar
- ert fyrikomandi, álítandi og tolin
- megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- ágrýtin eftir at læra og hevur ein jaligan hugburð
- hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
- megnar taka ábyrgd og varðveita yvirlitið, tá á stendur
- ynskir at virka fyri einum góðum samstarvið við foreldur, børn og starvsfelagar
- ynskir at vera við í arbeiðinum at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag
Vit kunnu bjóða
- góðar arbeiðsumstøður við eldhugaðum starvsfeløgum
- eitt arbeiðspláss har dentur verður lagdur á trivnað og felagsskap
- eitt týdningarmikið og fjølbroytt starv
Setanar- og lønarviðurskiftir
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.
Vit goyma umsóknina í skipanini í tríggjar mánaðar. Hevur tú einki hoyrt áðrenn tað, er hetta at rokna sum avslag.
Meira fæst at vita
Til ber at fáa meira at vita um størvini við at venda sær Barna- og ungdómsdeildina á telefon 30 20 10.
