Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 2. mars 2026
Arbeiðstíð
Starvsbrøkur 0,95
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Heilsurøktari og heilsuhjálpari til dagtilboðið Tjarnarlon á Demensdeplinum

Hevur tú útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, og vilt tú vera við til at menna virksemið á Demensdeplinum, sum lat upp í apríl 2021, so er tað tær, vit leita eftir. Tú gerst partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur drúgvar royndir á demensøkinum.

Demensdepilin er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir.

Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, har ein stór um- og útbygging er framd, og demensdeildin Kristianslon og dag- og kvøldtilboðið Tjarnarlon eru partur av deplinum. Á Demensdeplinum eru tólv búpláss, fimm stuttíðarpláss, venjingartilboð og dagtilboð.

Kommunala demenssamskipanin er knýtt at Demensdeplinum, har veitt verður ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so tíðliga í sjúkugongdini sum møguligt, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív hóast sjúkuna. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparar á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku. Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum eru sostatt fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan.


Størvini

Talan er um áhugaverd størv á dagtilboðnum Tjarnarlon, sum er ein integreraður partur av Demensdeplinum. Her fært tú nógvar fakligar avbjóðingar og fjølbroyttar uppgávur. Tú fært møguleika at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, avvarðandi og starvsfólk trívast.

Tú ert virkin partur av virkseminum og fært saman við starvsfeløgum og leiðslu ábyrgd av, at depilin røkkur sínum endamáli. Tú virkar fyri at skapa eitt demensvinarligt umhvørvi, har dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd og persónsentreraða umsorgan og, at røktarætlanir og borgaragongdir verða fylgdar.


Søkt verður eftir:

  • einum heilsurøktara í fast starv á setanarbrøki 0,95 til setan 1. mai 2026 ella skjótast til ber. Møguleiki er fyri lægri brøki. Arbeitt verður gerandisdagar, dag- og kvøldvaktir
  • einum heilsuhjálpara í fast starv á setanarbrøki 0,95 til setan 1. mai 2026 ella skjótast til ber. Møguleiki er fyri lægri brøki. Arbeitt verður gerandisdagar, dag- og kvøldvaktir


Vit vænta at:

  • tú hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari. Útbúgving sum demenssamskipari kann vera ein fyrimunur
  • tú hevur vitan um og royndir innan demensøkið, persónsentreraða umsorgan og at skapa eitt miljøterapeutiskt tilboð
  • tú kanst vegleiða borgara og avvarðandi
  • tú kanst kveikja eitt lærandi umhvørvi og miðla vitan bæði skrivliga og munnliga
  • tú ert tænastusinnað/-ur og finnur loysnir
  • tú ert opin, hevur góð samskiftis- og samstarvsevni og kanst arbeiða sjalvstøðugt
  • tú ert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi
  • tú kanst skipa fyri gerandisaktivitetum og innihaldi av kreativum, sansastimbrandi slag


Vit bjóða

  • møguleika fyri víðari fakligari menning
  • felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á Demensdeplinum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á innihaldið í tilboðnum á Demensdeplinum

Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn!


Løn- og setanartreytir

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og avvarðandi yrkisfelag. Starvsbyrjan er 1. mai 2026, møguleiki er at seta fram ynski um lægri starvsbrøk og ynski um dag og/ella kvøldvaktir. Hetta verður avtalaða partanna millum.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda tær til Dianu P. Strøm, deildarleiðara, telefon 21 18 08, ella á teldupost dianas@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til Tórshavnar Kommunu. Tú søkir starvið við at trýsta á Grøna knøttin »Søk starvið«.

Umsóknarfreistin er 2. mars 2026.