Námsfrøðingur
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir námsfrøðingi at byrja skjótast gjørligt.
Eitt námsfrøði starv á 30 tímar, færri/fleiri tímar er eisini ein møguleiki, er leyst í Dagstovninum í Hoyvík.
Vilt tú verða partur av einum fakligum og støðugum starvsfólkahópi?
Vit bjóða
- fakligar og persónligar avbjóðingar
- tíð til annað arbeiði
- pedagogfundir
- gott arbeiðsumhvørvi
- gott samanhald
- støðugan starvsfólkabólk við drúgvum royndum
Vit vænta, at:
- tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
- tú ert ágrýtin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
- tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið
- tú skilir og dugir at tosa føroyskt
- hevur námsfrøðiliga útbúgving
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um tú hevur aðra útbúgving enn námsfrøðiliga, tosa vit saman um tína møguligu løn.
Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Unu Jacobsen, stovnsleiðara, á telefon 21 73 18.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli/-um og royndir skulu verða stovninum í hendi seinast mánadagin 15. mars 2026.
Samrøður verða so hvørt sum umsóknir koma.
