Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
hósdagur 12. mars 2026
Arbeiðstíð
35 og 25 tímar um vikuna
Setanarslag
Tíðaravmarkað starv
Arbeiðsstaður
Velbastaður
Spurningar til starvið
Marita á Fríðriksmørk
Leiðari, dagstovnurin á Velbastað
maritaf@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingar til Dagstovnin á Velbastað

At arbeiða námsfrøðiligt í einum umhvørvið, har náttúran er heilt nær. Ljóðar tað ikki áhugavert?

Bert 8 minuttir frá Steinatúni, liggur dagstovnurin á Velbastað. Friðurin og vælveran frá náttúruni er ein stórur partur av dagligdegnum. Ta hugflogið og skapandi evnið, sum náttúran kann geva, er fantastiskt at hava so tætt at námsfrøðiliga arbeiðsplássinum.

Og nú hevur tú møguleikan, tí Tórshavnar Kommuna sóknast, vegna Dagstovnin á Velbastað, eftir:

  • Námsfrøðingi at starvast 35 tímar um vikuna í barnagarðstovu
  • Námsfrøðingi at starvast 25 tímar um vikuna í vøggustovu

Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett.


Um okkum

Dagstovnurin á Velbastað liggur í náttúru vøkrum umhvørvið, omanfyri bygdina Velbastað og hevur eitt serstakliga vakurt útsýnið yvir fjørðin og oyggjarnar Heyst, Koltur, Sandoy og Vágar. At verða á Dagstovninum á Velbastað er, sum at koma inn í ein friðsælan heim, har náttúra og kreativitetur er karmurin.

Dagstovnurin er ætlaður 60 børnum. Stovnurin hevur eina vøggustovu, eina barnagarðstovu og ein frítíðarskúla. Eisini er eitt ungdómshús á staðnum, sum hevur opið trý kvøld um vikuna.

Dagstovnurin hevur góðar umstøður bæði inni og úti. Garðurin er stórur og endurspeglar í stóran mun upprunalendið við haga, eina smáttu við bálplássi og einum fifa vølli. Garðurin leggur upp til ymiskar avbjóðingar- og menningar møguleikar. Allar stovur hava egna inngongd, vátrúm, køk og eitt eyka rúm til ymisk virksemi. Stovnurin hevur eisini eina stóra høll við amboðum og ein felags køk. Meir um dagstovnin og námsætlan finnur tú á síðuni Dagstovnurin á Velbastað

Umframt at vit arbeiða við námsætlanini, arbeiða vit eisini við at hava ein grønan hugburð. Hetta merkir, at vit saman við børnunum hvønn dag eru tilvitaði um náttúruna, og læra at virða hana. Vit hava hønur, rabarbur, skilja rusk og hava sankutøð kassar.


Vit søknast eftir starvsfólkum sum:

  • Eru nærverandi, vísa umsorgan og eru aktiv saman við børnunum
  • Vilja skapa granskandi umhvørvið til børnini
  • Dáma at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi
  • Eru týðilig í samskifti, og hava góð samstarvsevni
  • Síggja møguleikar fram um mørk
  • Vilja arbeiða eftir okkara námsætlan og grøna hugburði


Vit bjóða tær eitt starv, har tú:

  • kemur at hava ymiskar arbeiðsuppgávur, har ongin dagur er líka
  • kemur at arbeiða saman við dugnaligum, ágrýtnum og vinaligum starvsfólkum
  • fært fyrireikingartíð og fakliga námsfrøðiliga sparring
  • kemur at hava ávirkan og kanst brúka tínar persónligu dygdir


Fá meira at vita um stovnin og størvini

Tú kanst seta teg í samband við Maritu á Fríðriksmørk, stovnsleiðara, á telefon 22 16 90 ella á teldupost maritaf@torshavn.fo


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála, við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn og freist

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. mars 2026.